JN

Jógvan á Lakjuni spyr løgmann um hjúnarbandslógina

...

2017-03-22 09:58 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Munnligur fyrispurningur til løgmann um hjúnabandslógina

Kann løgmaður greiða Løgtinginum og Føroya fólki frá, júst nær stk. 2 í § 14 í hjúnabandslógini er yvirtikið, og hví hann sjálvur og Sirið Steenberg, landsstýriskvinna, so seint sum í mars og mai mánaði í fjør greitt hava gingið útfrá og eisini sagt Løgtinginum, at talan er um felagsmál?

Viðmerkingar:

Tá ið Fólkakirkjan varð yvirtikin í 2007, var undirritaði landsstýrismaður í kirkjumálum. Tað er púra greitt fyri mær, at hjúnabandslógin ikki var yvirtikin tá, og tað varð eisini útgreinað væl og virðiliga í viðmerkingunum til lógaruppskotið um yvirtøkuna, har m.a. varð sagt: ???Við uppskotinum verður hjúnalagslóggávuøkið ikki yvirtikið. Tað verður framhaldandi á donskum hondum. Tó er eitt markamót, sum verður yvirtikið, nevniliga heimildin í § 15, stk. 2 í galdandi hjúnalagslóg fyri Føroyar at gera av, hvørjir ávísir prestar innan onnur trúarsamfeløg hava heimild at gifta.???

Her stendur svart upp á hvítt, og tað er eisini tað, Løgtingið handlaði uppá, at bara §15, stk. 2 í hjúnabandslógini og einki annað fylgdi við yvirtøkuni. Løgtingið hevur ikki yvirtikið nakra aðra grein ella nakað annað stykki! Heldur ikki § 14, stk 2!

Hetta hava Løgting, løgtingsumsiting, Heilsu- og Innlendismálaráð og løgmaður, Axel V. Johannesen, sjálvur verið sannførd um, og tey hava eisini talað og handlað út frá hesum. Og ikki minst hevur tað føroyska kirkjumálaráðið og embætismenninir har við sannførandi argumentum prógvað, at stk. 2 í §14 í hjúnabandslógini er ikki yvirtikið.

??ll tingviðgerðin og øll nevndarviðgerðin av málinum vísir eisini hetta. Vísast kann til ráðgevingina frá Løgtingsskrivstovuni undir allari viðgerðini av málinum og til álitini, ið vórðu skrivað.

Sjálvur løgmaður var eisini undir 2. viðgerð av málinum tann 16. mars 2016 sannførdur um, at Fólkatingið skuldi lóggeva á hesum øki. Løgmaður segði í eini viðmerking: ???Tá ið Løgtingið biður um, at mann skal seta §14, stk. 2 úr gildi, so kann Fólkatingið gera tað, og ger Fólkatingið tað, so er skott komið.??? ??? Her sæst, at eingin ivi er hjá løgmanni ??? tað er felagsmál, hann tosar um.

Og í svari 25. mai 2016 upp á §52a-fyrispurning frá undirritaða um §14, stk. 2 í hjúnabandslógini sigur Sirið Steenberg, landsstýriskvinna, ikki minni enn tvær ferðir, at talan framvegis er um felagsmál og danskt málsøki.

Mín spurningur er, hvussu tað ber til, at løgmaður bara nakrar mánaðir aftan á hesi úttalilsi hjá sær sjálvum og landsstýriskvinnuni kann lýsa málið sum yvirtikið?

Á løgtingi, 21. mars 2017

Jógvan á Lakjuni, løgtingsmaður

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder