Í kjalarvørri floksmanna. Um mat og máltíð.
Orð søgd á floksmannadegi í Hattarvík 2.
juli 2015.
Jóan
Pauli Joensen
???Latið ei
søguna doyggja, goymi hana so væl í
dreingja sinni og moyggja, hon mikið útrætta skal??? syngja vit
ofta, tá vit eru saman og lagið er gott.
Løtan
henda floksmannadag í Hattarvík er ein slík løta, har roynt verður at
halda lív í søguligum tilburðunum, sum fóru fram fyri eini 500 árum
síðani á ein søguliga modernaðan hátt.
Flestu tykkara hava óivað uppfríska søgnina um
floksmenninar, so hana skal eg ikki siga, men nógv vatn er runnið í ánna,
síðani teir tríggir Hálvdan ??lvson, Høgni Nev og Rógvi Skel vóru á fjalli og
komu til ilnar um nøkur seyðbond , ið førdi til, at tað í teimum kveiktist ein
hugur til ikki bert at leggja Fugloynna, men allar Føroyar undir seg.
Teir tríggir fingu skjótt knýtt aðrar menn at sær, menn sum kortini
ikki allir høvdu tað somu valdsmuru, sum teir tríggir fyrstu. Tann fjórði, Sjúrður við Gellingará, tykist at hava verið ein hampamaður, sum
hevði eitt fjálgt hjúnalag í vænti og hevði eygu fyri tí vakra og andaliga,
eitt nú, tá hann tungur huga mælti ???Frítt
er Eystfelli frá at fara???.
Ein annar, sum av tilvild var drigin upp í floksmannaliðið var var Árni, sonur bóndans í Kunoy. Hann royndi
at sleppa sær burturúr sum skjótast, tá teir løgdu at í Kunoy. Hetta mutlaði
hann við Sjúrð við Gellingará umborð á floksmannabátinum. Hinir grunaðu tá ilt
og vildu hava at vita, hvat teir mutlaðu um. Jú, teir tosaðu um, hvussu feitir
veðrarnir í Kunoy vóru og undraðust á um kýrnar í Kunoy mundu vera líka feitar nú
sum fyrr.
At tosa um veðrar og veðrakjøt hevur ongantíð verið løgið millum menn, og
mjólkin hon átti lívið í mongum, tá kúgvin hevði kálvað. Tað var einki forgjørt
í at tosa um slík matkend evni, so hinir
slógu seg til tols.
Floksmenninir endaðu dagar sínar undir Valaknúkum. Tríggir teirra vóru kanska so mikið radikaliseraðir, fyri at nýta eitt
hugtak frá nútíðini, at teir ikki rættiliga
skiltu millum munin á lívi og deyða. Tað gjørdi Sjúrður. Hann græt. Fekk
valla talað fyri sorg og sút, nú honum var greitt, at hann for at verða dýrdina saman við festarmoy
síni fyri uttan her á fold.
Tá floksmenninir vórðu settir til borðs, so
teir ikki fóru hungurstungnir inn um deyðans gátt, hevði hann, Sjúrður við
Gellingará, mist matarlystin. Matarlystinum hjá hinum trimum bilti einki, tí
sum sagt verður frá: ???Hálvdan ??lvson, Høgni Nev og Rógvi Skel
settu seg til borðs og gjørdu sær til goðar við skerpikjøti og alskyns góðum
mati og drekka, men Sjúrður tók bønabókina at lesa í og bað Gud um at tilgeva
sær syndir sínar???
Tá
fingu fólk meira vælvild við Sjúrða og hildið varð, at hann í roynd og
veru var vorðin floksmaður móti sínum vilja, og at hann hevði roynt at forða fyri so nógvum illum, sum tað
stóð í valdi hansara at gera. Tí vildu teir geva honum lív og grið. Men
Sjúrður, hann kravdi at sleppa at lata lív. ???Eg
havi samtykt í tí illa, sum hinir hava gjørt,??? segði hann, ???tí vil eg fáa sama
gjald sum teir, og um eg hevði sloppið hesju ferð, so kundi eg komi til at
gjørt ilt eina aðru ferð.???
Hetta er ein klassisk søga um mann,
ið ikki støkkur undan, men tekur ábyrgd av sær sjálvum og gerðum sínum.
Í søgnini verður sagt, at ???leiðir teirra síggjast enn í dag; leiðini
hjá teimum trimum er svørt og ljót, eyrur og grót, men leiðið, sum Sjúrður
hvílir undir, tað er vakurt, altíð er tað prýtt við grønum grasi.???
??vinleikin sýndi honum, Sjúrða, ta
sømd, ið hann hevði uppiborið.
Symbolikkurin er greiður, tí grasið er lív, tað ger at seyður ferðast um ups og
ás til tindafylgi og brøttu skørð.
Eg eri biðin um at røða eitt sindur
um føroyskan mat á hesum floksmannadegi,
har borðreitt verður við so nógvum góðum úr okkara hjalli og kova.
Eg hevði fegin vilja kunna greitt tykkum frá
mati og matarhaldi á døgum floksmanna fyri umleið 500 árum síðani, men um tað
eru mestsum ongar heimildir, sum eg kann fáa nyttu burtur úr.
Ein tann nærmasta er
frásøgnin um Jón Indiafara, sum var á
vitjan í Føroyum í 1616. Á hesi ferðini var hann í veitslu hjá Mikkjal í Lamba. Veitslan stóð í fýra
dagar. Sambært frágreiðing hansara fingu teir góðan mat, lýddu á tónleik og
vóru í føroyskum dansi. Mikkjal í Lamba skonkti trý sløg av mjøði og nýggju
sløg av ymiskum bjóri. Vit mugu minnast til at hetta var í eini tíð, tá
føroyingar enn sjálvur syrgdu fyri sambandinum til onnur lond og ikki vóru
innibyrgdir, sum teir seinni komu at vera.
Okkurt annað søguligt klípi er um mat, eitt nú muga
tey flestu vita, at tað var Kálvur lítli sum segði, at ???Mådelig pølse er altid bedst, hvad enten den er af ko eller hest.???
Tað vit vita um, hevur
verið tvær mentanir, ein almúgumentan
og ein embætismannamentan ??? lutvís stórbóndamentan ??? í Føroyum og munurin
á teimum var stórur.
Vit hava upplýsingar
um, hvussu tað var fyri eini 200-300 árum síðani. Helst er ongin orsøk til at
halda, at var so stórt øðrvísi eini 200
ár frammanundan, tí matartilfeingið var í høvuðsheitunum tað sama. So vit taka
kjansin og fara í dansin.
Hjallurin var
uppfunnin, salt var fáa, men tað
var so dýrt, at tað var ikki keypandi hjá vanligum fólki, uttan sum krydd.
Kanska onkur prestur, embætismaður ella
bónda við nógvari jørð hevði ráð til at salta sær okkurt smávegis niður
í ein kagga. Onnur høvdu ikki ráð til tað.
Tað vanliga var at heingja allan mat upp.
Sjálvt ósaltað spik varð hongt upp at
turka, men tað man hava verið herskin
kostur. Tað hevur helst tað fløt eisini
verði, sum tey ballað inn í seyðaskinn gróvu niður í jørðina at goyma til
ringar tíðir.
Sjálvandi var bøur
veltur, men tað var lítið í mun til tað, sum var velt seinni, so vetrarfóðrið
til neytini hevur verið tepurt í Føroyum eins og tað var í øllum Evropa um tað
mundið.
Umframt grasið, sum
var hoyggjað, veltu tey korn og røtur ??? føroyskar røtur, sum vuksu niðureftir.
Annað var ikki, jú, hvonn í hvanngarðinum. Nakað av korni, rugi,
varð innflutt og kanska eitt sindur av mjøli eisini og so okkurt annað, krydd og eitt sindur av onkrum sukurkendum. Okkurt
at drekka var eisini, mest til brúdleyp og høgtíðir. Tað fekst bert í handlinum
í Havn. Tað sum loynihandilsskip seldu, vita vit einki um, men okkurt mundi
koma tann vegin..
Taka vit støði í
sjálvum máltíðunum, so vóru tær lítið ella einki broyttar frá tí, sum vit kenna
seinast í 1700-árunum til hvussu tað var, tá eg var smádrongur fyrst í
1950-árunum í Sørvági: Ábit, morgunmatur, døgurði, millummáli og nátturði. Av hesum er millummálin
kortini helst ikki so gamal sum hinar máltíðirnar.
Tað fyrsta, sum tey
fingu sær um morgunin var ábit, og
tað var bara okkurt matkent, sum fyri
fall og kann neyvan skiljast sum ein máltíð. Kanska hava fólk ikki verið so
svong um morgunin tá í tíðini, tí tá ótu tey nátturða beint áðrenn tey løgdu seg og
hann var ikki meira enn sodnaður, tá tey vaknaðu. Hinvegin dámdu teimum gomlu
ikki at fara svøltandi út um morgunin, tá tá kundi okkurt ringt spyrjast burtur
úr, tí okkurt ilt kundi hanga í morgunluftini.
Tað vóru kortini ikki øll, sum tóku tað so tungt.
Fyrsta rættiliga
máltíðin var morgunmaturin, sum var
um 10 tíðina. Stundir skuldu jú verða til at fáa eldin á grúgvuni at loga aftur
eftir at hirt hevði verið um náttina.
Fastur partur av
morgunmatinum var drýlur, bakaður úr
føroyskum kornið, sum varð malið til mjøl á kvørnini. Drýlarnir vórðu eltir og
lagdir í eimin seint á kvøldi ella
tíðliga um morgunin, so teir vórðu
lidnir til morgunmatartíð.
Drýlur varð etin
heitur saman við onkrum viðskera. Tey høvdu vanliga bert ein viðskera hvørju
ferð. Viðskerin kundi vera tálg,
garnatálg, fløt, spik, fiskalivur, turkaður sveiti, eitt hálvt riv ella
annað kjøtkent, ein turkaður fótamørur
til okkurt serligt høvi.
Við hvørt kundu tey í
staðin fyri at eta viðskera afturvið,
koyra tálg, garnatálg ella fiskalivur í
drýlin. Hugtaki tálgardrýlur er
ikki ókent.
Hevði kúgvin kálvað,
kundu tey hava mjólk ella okkurt annað mjólkkent sum viðskera. Áttu tey smør,
so var tað viðskerin, einki annað. Ostur var sera forkunnugur á morgunmatarborðinum,
men kom fyri høgtíðsdagar. Men hjá
summum var bæði smør og ostur sum lundi á jólanátt.
Har, sum tey fingu fugl um summarið kundu tey
hava okkurt av fuglinum til viðskera, eitt nú fuglalivur og høvd. Seinni í
tíðini, tá havhesturin kom, so var tað ikki óvanligt at hava ein kvart havhest
til morgunmat, ella eina saltsild, har tey fingu sild, eitt nú á
Skálafjørðinum.
Sama var um heystið í skurðtíðini, tá var eitt
og annað av seyðinum, sum kundu brúkast til viðskera. Áttu tey hønur ella dunnur
høvdu tey egg at taka til.
Drekka var vatn,
mjólkarvatn og onkuntíð blak ella blonda. Te og kaffi var einki. ??l sum var vanligur drykkur
aðrastaðni, kundi koma fyri hjá onkrum,
sum vit longu hava hoyrt um, men tað var ikki vanligt at føroyingar bryggjaðu
sær øl.
Døgurðin
var um 2 tíðina, ella har á leið. Døgurðin var vanliga kókaður, men ikki altíð.
Eplini, sum í dag eru ein fastur táttur til døgurða vóru ikki vanlig fyrr enn í
seinna partinum av 1800-talinum.
Kendi skálamaðurin Jóan Karl á Skála, ið hevði verið í aðrari bygd og ferðast, kundi,
tá hann kom aftur, bera tey stóru tíðindi, at hann hevði fingið bæði tvøst,
spik og epli til døgurða. Tað var sera óvanligt, tí vanliga fingu tey bert tvey
av hesum. Tað tók sína tíð áðrenn epli vóru fastur táttur í døgurðanum, nógv høvdu
heldur ikki álit á eplunum sum mat.
Tann vanligi
døgurðamaturin var fiskur, feskur, visnaður, ræstur ella turrur, toskarhøvd ??? grunningshøvd
ikki at forgloyma. Afturvið høvdu tey
spik, tálg , garnatálg ella fløt, um slíkt var í hjallinum.
Áttu tey grind var tvøst og spik døgurðamatur
ella kópatvøst og spik, har tað fekst. Men tað vóru tíðir tá ongar grindir
vóru. Stórhvalatvøst sum døgurðamatur kom ikki fyrr enn í 20. øld.
Á fuglaplássunum var fuglur døgurðamatur í
fleygingartíðini, men nógv fuglahøvd skuldu til hjá manni fyri at fáa mettuna.
Tann fuglur, sum ikki varð etin feskur var hongdur upp at visna, ræstna og
turka, so hann kundi varða longur og hann var góður at hava at taka til, tí tað
ráddi um altíð at hava nógv mikið av mati niðurfyri.
Fólkatalið fyri 500
árum síðani var kanska ikki meira enn gott 4000 og tá áseyðatalið hevur verið á
leið tað sama, um tað ikki vóru fellisár,
so var meira kjøt til hvønn. Hyggin fólk syrgdu fyri altíð at hava eitt árspring niðurfyri av skerpikjøti at
taka til.
Seyðakjøt var
yvirhøvur gildismatur hjá teimum flestu, kortini so, at tá menn vóru á fjalli
ella gjørdu annað útiarbeiði kundi teir hava ein kjøtbita við sær. Tað vóru nógv, sum ikki blóðgaður knívin, men
vanligt var at tey fingu avroð frá bøndrunum, sum ikki altíð sjálvir fingið etið øll avroðini um
heystið. Annars royndu teir at turka bæði livrar og sveitar. Tað sum ikki var
etið sum blóðmørur straks, var hongt upp í hjallinum, har tað kundi halda sær
leingi, men rosinur og sukur koyrdu teir ikki í blóðmørin tá, men onkur kundi
koyra røtur í blóðið.
Drukkið var ikki aftur
við matinum, men fyri at fáa onkra vætu umframt vanligt vatn, høvdu tey drekkasúpan oman á døgurða. Døgurðasúpanin
var altíð drukkin og ikki sopin, verður sagt mangastaðni. Men uttan mun til um
súpanin var drukkin ella sopin so kravdi hon bót.
Alt av seyði kundi
næstan brúkast til bót, fekst ella ræst, ikki mist garnatálg ella bótartálg, sum tey siga summa staðni.
Tey høvdu eisini fuglasúpan, rótasúpan,
blondusúpan og sniksúpan, sum var
kókað av tvøsti og spiki, men tað vóru ikki øll sum dámdu sniksúpan. Hon hevði
longu ringt orð á sær í 1700-árunum.
Eitt er kortini
undrunarvert, og tað er at føroyingar ikki gjørdu sær súpan av fiskasoði, sum annars var vanligt
aðrastaðni í Norðurlondum. Fiskasoðið fingu neytini. Onkur hevur sagt mær, at
barnakonur kundu fáa fiskasoð at drekka, tí tað skuldi verða styrkjandi.
Einasta fiskasúpanin
sum føroyingar hava havt er knettasúpanin,
og hon kom rættiliga seint, kanska enn ikki fyrr enn um aldaskiftið 1900. Tað
sum hevur gjørt at kundi brúkast, hevur verið tálgin í knettunum, tað var ein
bót tey kendu.
Fingu tey eina avdeyðaær ella skrindu um
heystið, sum ikki var etandi, so vóru tað tey, sum limaðu hana sundur og koyrdu
hana í eina tætta tunnu. Har lá so skrindan í ein mánað ella tveir. Nógv av
vætu setti úr kjøtinum og endaði niðri í botninum á tunnuni. Hesa vætu brúktu
tey eins væl og skrindukjøtið í
tunnuni til súpanarbót. Slíka súpan nevndu tey skrindusúpan.
Leingi var drekkasúpan
tað einastu tey drukku omaná, umframt vatn ella okkurt mjólkkent. Tað er ikki
fyrr enn umleið eftir 1750, at tað bar til at keypa te og kaffi í
einahandlinum. Tað tók sína tíð áðrenn kaffi og te kom at verða vanligt. Tá
fóru tey at fáa sær ein drekkamunn oman á døgurða. Men eisini tá tað kom til
tað vóru nógv eftirbátar. ??ll vistu heldur ikki hvussu tey skuldu gera te og
kaffi.
Sjálvur haldi eg, at
máltíðin ??? millummáli ??? millum
døgurða og nátturða ikki er vorðin til eina skipaða máltíð fyrr enn við
drekkamunninum, tá komfýrur var vorðin vanligur í hvørjum húsi.
Nátturðin
var seinasta máltíð á degi og hann var etin seint, ikki fyrr enn beint áðrenn
niðurfaringartíð, tí sagt verður ofta, at tá hendi tað seg, at børnini vóru
sovnað og tí fóru nátturðaleys í song, um tey ikki fingu okkurt at eta áðrenn.
Nátturðin næstan altíð
súpimatur, kortini so, at summi ótu
turran seið niður undir. Súpimaturin var
bótasúpan ella greytur.
Munurin á súpan og greyti var ikki so stórur, tí gjørt var út á súpanina, so
hon var ofta so tjúkk, at spónin stóð í henni.
Hevði kúgvin kálvað, so kundi tað verða okkurt
mjólkkent at súpa, eitt vellingur ella greytur,
ein serliga góðan og mjúkan greyt nevndu tey tann mjúka mjólkgreyti,. Hann var mestsum bert
gildismatur. Tá kúgvin hevði kálva, tá fingu tey ketilost, sum var borðin í
onnur hús eisini.
Høvdu menn verið á
seiðabergi ella dyrgt, so var feskur seiður og livur vissur til nátturða. Í
hesum sambandi kunnu vit eisini nevna livurmaga,
livurhøvd alla kamshøvd. Tað kundi verða etið bæði til døgurða og nátturða.
Livurmagar og livur høvd vóru fiskamagar sum tey koyrdu livur niður í. Kams var
eitt sindur øðrvísi, tí tá var mjøl og eitt sindur av krydd blandað uppí. Kams
var eins og livur koyrt bæði í magar, seið og høvd. Orðið kamsseið, man onkur hava hoyrt. Kams er eisini kent víða um í øðrum
Norðurlondum.
Tað, sum eg her havi
sagt frá, tað var tað dagliga og tað vanliga. Tað veldst kortini um árstíðirnar
og um tað var gildi. Tí gildismaturin, hann var munandi betri.
Tað kundi henda seg at
tey onkuntíð fingu flatkøkur úr rugi
gerandis, men tað vanliga var at hava slíkt gildisdagar, tað verið seg til
høgtíðir, brúdleyp ella onnur gildi. Pottabreyð
baka í potti, var eisini gildismatur. At eta kaku í tíð og ótíð gjørdu tey ikki
tá, men tey høvdu køkur, í hvussu so er tey ???fornemmu???, sum Jens Christian
Svabo nevnir tey. Hann sigur um 1780 frá, at til stór brúdleyp fingu tey súpan,
fisk, steik, buding ??? av tí gamla slagnum, sum tey gjørdu sjálvi, ikki Oetker ???
vaflur, góðaráð, sviskutertu,
mandlutertu, systurkøku og sukurkringlur.
Ferðamenn, sum komu
til Føroyar seinast í 1700-árunum og í fyrra parti av 1800-árunum eru eisini
bilsnir yvir tann góða mat teir fingið, hjá tí betra slagnum í Føroyum. Onkur teirra hevur lovprísa dímunarostinum upp til skíggja. Har
treyt hvørki matur, øl ella vín fyri ikki at tosa um góð sløg av tí sterka, men neyvan hevur tað
verið so hjá fólki flest.
Hinvegin so ber tað til at hugsa sær at
arbeiðskonurnar tóku onkrum av hesum
matarhugskotunum við sær heim og royndu at gera okkurt av tí sama við
hús. Í øllum førum vóru vaflujørn og góðaráðjørn í fleiri bygdum. Fólk læntu
tey frá hvørjum øðrum tá brúk var fyri teimum.
Taka vit saman um, so
høvdu tey umframt tað, sum eg havi nevnt frammanfyri um 1780 bæði blóðpylsu,
eggjapylsa, gjørd sum blóðpylsa, men uttan blóð. Eisini høvdu tey mørir av ymiskum slag. Tað var kjøt og
annað av innvøli, sum var skorið sundur, hakkað og koyrt upp í indur ella elt saman í knetti. Tað, sum
tey nevndu fiskamør var burtur úr fiski og minti ikki sørt um fiskaknetti. Sláturmørur og ketilsmørur vóru gjørdir av hakkaðum kjøti og innvøli og ofta var
fiskur koyrdur í saman við eitt sindur av kryddi. Hetta kundi etast sum tað
var, men sum so mangt annað var tað eisini hongt upp í hjallinum til seinni nýtslu, tí tað ræsta
ella sum tað nú so fínt eitur, tað fermenteraða
hevur altíð fallið føroyingum væl. Tað er kanska ikki so løgi, tí longu sum
pinkubørn fingu børnini garnatálgstátuna
stungna í munnin, so ikki er løgi at teimum kom at dáma tað ræsta.
Tað, sum kortini bar
av øllum, tað var tað turra kjøtið ella skerpukjøt,
um tað var nóg gamalt, og tað eitt sindur fínari saltskerpa, sum tey stroyddu salt á. Skinsakjøtið ikki minst skinsasíðan var høgt í metum. Síðan prýddi
mangt eitt gildisborð og tann sum setti á hana, skuldi vita, hvussu hann skuldi
skera. Skar hann skeivt, so gjørdi hann sær fyri skommum.
Sagt verður at
føroyingar ikki hava tosað um mat, men at lata nøkur orð fella um dygdina á
kjøti og skinsakjøt við, tað hoyrdi til góðan borðsið.
Kjøtpylsa
var til, men hon var sjáldsom og tað vóru mest tey fínu ella fornemmu, sum
ótu hana. Tey ???fornemmu??? høvdu eisini roykt
kjøt, verður sagt. Vanligir føroyingar royktu sær ikki kjøt, men tað gjørdu
prestar og embætismenn. Onkuntíð muga fleiri føroyingar hava roykt mat, tí tað sigst at ein stórur
partur av baraldinum varð oyddur, tí
hann var brúktur at roykja mat við.
Fram til miðjuna av
1800-árunum var ikki annað enn grúgva
og fýrstaður í roykstovuni. Kanska
onkur hendinga bakarovnur var í Havn, í Kirkjubø og tað skuldi ikki undra meg,
um húsfrúgvin í Húsavík ikki eisini hevði ovn í síni tíð. Fólk flest høvdu tað
ikki. Skuldi tú steikja, so var tað á steikispjóti yvir eldstaðin í roykstovuni
ella kanska í sornhúsinum, tí har kundu tey kynda stóran eld. At grilla vildu vit nevnt tað í dag. Vanligt var eisini at svíða seyðarhøvd í
sornhúsinum um heysti, tá tey kortini turkaðu korn har. Tað, sum tey nevndu steik, varð vanliga kóka fyrst og síðani
brúnkað eitt sindur í einum stórum potti.
Tá teir fyrstu komfýrarnir komu beint áðrenn
1850 var tað ein kollvelting, sjálvt um tað tók mong ár áðrenn komfýrur kom í
hvørt hús. Eg minnist hús Sørvági, sum
enn høvdu fýrstað miðskeiðis í 1950-unum. Komfýrarnir gjørdu, at tað bar til at halda
ketilin heitan allan dagin, og drekkamunnarnir komu tá at verða tíðari, men
tað sum var minst líka týdningarmikið
var, at tað nú bar bæði til at baka og steikja í bakarovninum. Tað er nú at føroyingarnir
fara at eta meira breyð, men tað tók mong ár áðrenn breyðið trokaði súpimatin
av til nátturða.
Eitt annað, sum væl seinni kollvelti nógv, tað
var primussurin, sum gjørdi at tú
altíð kundi seta ketilin útá og kóka tær ein drekkamunn uttan størri hóvasták,
men tá eru vit komin til 20. øld, men hann er verdur at nevna ??? eisini
primisbakarovnurin.
Vit hava ofta lyndi
til at romantisera tað, sum farið er, men tað er ikki so nógv sum bendir á at
fólk, eftir at tey fingu ovn at baka í,
saknaðu teir gomlu byggdrýlarnir, ið
ofta vóru bæði hvassir og berknir. Betri líkaði teimum breyðið, sum vit kenna
tað í dag, og tað er neyvan nakar í dag, sum hevur smakka tann gamla føroyska
drýlin. Tað, sum í dag verður nevnt drýlur er nakað annað enn tann gamli
drýlurin. Hann høvdu flokmennirnir hildið veri køku.
Broytingarnar byrjaðu væl áðrenn fríhandilin
kom, fríhandilin var ein fylgja av broytingunum, sum tá av álvara tóku dik á
seg, bæði hugsjónarliga og í verki.
Tað er nú at Føroyar
smátt um smátt fara frá tí gamla
búskapinum, har alt varð framleitt heima, til ein brúkara ella
konsumbúskap har meira var keypt. Henda gongd hevur bara staði við og versna,
um vit vilja siga tað soleiðis. Í dag er lítil munur á tí, sum tú kanst keypa í
handlunum í Havn og Klaksvík og tí sum tú fært aðrastaðni í Evropa.
Fyrr var matarhaldið
heft at árstíðini, tað er tað ikki longur, men tað er aftur vorðin eitt rák,
sum vinnur fram millum matkøn fólk at eta eftir árstíðini og at eta tað sum er
lokalt. Tú skalt eta tey epli sum tú sjálv hevur velt, men einki er nýtt undir
sólini, tað gjørdu øll fyrr.
Eg kundi fari nógv
meira niður í smálutir, men so verður eingin endi á. Eg havi skriva bók um evni,
sum tit kunnu blaðað í, um áhugin er nóg stórur.
Fyri at koma aftur til
floksmennirnar, so eri eg vissur í, at t vórðu teir settir til sama borð sum
tit í dag, áðrenn teir vóru stoyttir oman av Valaknúkum, so høvdu teir, um teir
høvdu aðra trúgv, hildið at teir longu
vóru komnir til himmals og høvdu eisini hildið at vakrar moyggjar bíðaðu eftir
teimum aftanfyri onkustaðni ella uppi á loftinum.
At gera góðan mat, tað
hevur nógv til felags við at yrkja og
duga at siga søgur. Tað er tað, sum kokkurin leggur afturat í
matgerðini, sum ger munin. Her hevur uppfinnsemi og kreativitetur alt at siga.
Hevur tú fyrst sagt eina søgu væl, ella
hevur tú gjørt eitt gott máltíð við egnum samleika, so halda bæði kokkurin
sjálvur og vit sum eta, at soleiðis eigur tað verða. At yrkja er at skapa og tað er tað at gera mat
eisini. Ein góður kokkur yrkir mat sín.
Sjónvarpssendingin Spisikamarið
hjá Pætur og Gutta hevur nú eisini vunnið sær pláss í sjónvarpsrásum í
Norðurlondum, tað er tí, at teir duga at yrkja og siga eina søgu við mati. Tað at kunna seta eina uppliving inn í eitt
høpi hevur nógv at siga.
Fyri stuttum
hjálpti eg tveimum skúlanæmingum við eini uppgávu um ein møguligan
føroyskan tjóðarættur. Ein teirra brúkti orðið minnismáltíð í týdninginum um eitt máltíð, sum hann serliga mintist
aftur á. Fyri hesum næmingi var tað serliga okkurt máltíð, sum hann hevði verið
um saman við abbanum, sið hann mintist afturá. Eg haldi at hann nevndi síl, sum
hann og abbin høvdu fiska, og sum teir stoktu saman.
Hetta fekk meg at
hugsa um, einaferð eg sum smádrongur saman við einum vinmanni við glúpi
hevði fingið eina rúgvu av heilt smáum ternumurtum, nógvir ikki meira
enn góðan tumma til støddar. Mamma
gjørdi ikki vandari, enn at hon setti pannuna út á komfýrin og so stokti hon
ternumurtarnar, sum teir vóru til okkum til nátturða. Eg minnist, at vit fingu
fransbreyðsbollar frá bakaranum, aftur við. Eg havi ongantíð fingið eitt slíkt
máltíð aftur, men eg gloymi tað ikki.
Eisini komi eg at hugsa um ta ferðina, fyri
skjótt nógvum árum síðani, tá Leon
Heinesen, vitameistari, hevði bjóða okkum báðum bygdamonnum sínum, Pál Weihe og
mær, at seta kalvalínu við sær. Meðan línan stóð, tók hann okkum við sær inn
ímillum skerini beint undir vitanum á Mykineshólmi, har hann var staðkendur. Har er ein lítil
pollur beint inni undir vitanum. Har legði hann stilt. Beyð okkum eina góða
bjór og ein rugbreyðsbita við tunt skornum turrum spiki uppi á. Har millum fuglar, bjørg og hav fall
saltrákin í tí góða turra spikinum saman
við tí bera breyðinum okkum so vælsigna væl
á tunguni. Vætan í ølinum saman við breyði og spiki gav okkum eina
oseanska kenslu og vit vóru eitt við
umhvørvi rundan um okkum. Tað er eitt máltíð, sum eg ongantíð gloymi.
Vónandi fer hesin
dagurin eisini at standa eftir í minninum og at borðreiðingurin í dag verður eitt av
tykkara minnismáltíðunum. Ikki bert skerpikjøtið
og hvannsnapsurin uppí Eystfelli. Morgunmaturin. Brellibitarnir á borðinum
uttanfyri, tá komið varð aftur úr
haganum, við laksi, osti og skinku ??? úr føroyskum hjalli ??? og tað grøvstokta lambskjøtið, stokt ella
braserað í føroyskum gróti. Ta talmerktu ???special edition??? í fløskum so stórar
sum pinkubørn, av floksmannabjóri,
sum tað er ikki er øllum beskorið at leggja tunguna á ein slíkan fagran dag sum
henda í Hattarvík.
Takk fyri at tit vildu lurta og takk fyri eitt
sera gott útoyggjatiltak, sum eg eisini unni fleiri øðrum at uppliva.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald