2015-10-19 21:47
07 Vestur: Jóannis á Steig longdi í síðstu viku sáttmálan við 07 Vestur. Jóannis hevur verið fastur maður í fyrstaliðshópinum umframt at hann hevur leikt nærum hvønn dyst á 2. liðið og í unglingadeildini tvey tey seinastu kappingarárini.
Jóannis kom í hópin í fjør, júst sum hann fylti 17 ár. Hesi tvey árini hevur hann so spælt 39 dystir í 1. deild umframt tveyr steypadystir. Hann hevur eisini skotið 2 mál. Jóannis hevur eisini spælt flest allar dystirnar á 2. liðið, sum, sannførandi, vann kappingina í 3. deild í ár.
Vit ynskja Jóannis tillukku við avtaluni og góða eydnu komandi ár!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald