2016-06-15 15:38
FSF-Varpið: Mikudagin 15. juni eru seinnu hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið á skránni. Í Runavík hittast NSÍ og KÍ klokkan 18:30, og klokkan 19:00 verður dysturin ímillum Víking og Skála sparkaður í gongd í Sarpugerði í Norðragøtu.
Gestur í FSF Varpinum hesaferð er Jóannes Jakobsen, og saman við Tróndi Arge verður mett um seinnu hálvfinalurnar, og sambært Jóannesi, so verða tað KÍ og Víkingur, ið spæla seg í finaluna.
Í fyrri dystinum millum KÍ og NSÍ endaði við tryggum 4-1 sigri til heimaliðið, meðan fyrri dysturin millum Skála og Víking endaði við teprum 1-0 sigri til útiliðið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald