2015-04-14 13:57
Á felags kirkjuráðsfundi hin 13. apríl 2015 innstillaðu kirkjuráðini einmælt Jóannes Purkhús sum sóknarprest í Norðoya eystara prestagjaldi.
Komandi sóknarpresturin er ættaður úr Klaksvík og er 27 ára gamal. Hann hevur lisið gudfrøði við lærda háskúlan í ??rhus.
??tlanin er, at sóknarpresturin tekur við kallinum longu 1. mai, sum í ár er dýrabiðidagur.
Prestvígsla verður í Christianskirkjuni dýrabiðidag kl. 11,00. Sama dag skipar dómprósturin nýggja sóknarprestin í embætið við gudstænastu í Viðareiðis kirkju kl. 18,00.
Tað er landsstýrismaðurin, ið setur ein komandi sóknarprest í embætið sum tænastumaður.
Kelda: folkakirkjan.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald