Ítróttur

Jóannes heldur fram sum hjálparvenjari

...

2015-11-20 01:39 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSF: Mikudagin skrivaðu FSF og Jóannes Jakobsen undir nýggjan sáttmála, ið inniber, at Jóannes heldur fram sum hjálparvenjari hjá A-landsliðnum. Sáttmálin er galdandi fyri næstu tvey árini.

- Menningin, sum fer fram í løtuni, er stór, og tað ynski eg framhaldandi at vera partur av. Eg havi eisini fingið stóra virðing fyri hvørjum einstøkum spælara. Teir vísa altíð góðan hugburð, og avrika yvir væntan, eisini tá avbjóðingarnar eru risastórar, sigur Jóannes Jakobsen, hjálparvenjari hjá A-landsliðnum.

Fyrr í ár varð sáttmálin millum Fótbóltssamband Føroya og A-landsliðsvenjaran, Lars Olsen longdur við fýra árum, og nú er greitt, at hjálparvenjarin, Jóannes Jakobsen eisini heldur fram í starvinum.

- Tað er við opnum sinni, at eg haldi fram. Seinasta undankappingin hevur verið sum ein nýggj byrjan fyri føroyskan landsliðsfótbólt. Tað tykist sum vit tora betri at bjóða av og at spæla fótbólt. ??rslitini hava eisini verið góð, og eg trúgvi veruliga, at okkara landslið saktans kann menna seg nógv meir, sigur Jóannes Jakobsen.

Nýggi sáttmálin millum FSF og Jóannes Jakobsen er galdandi næstu tvey árini.

Næsta uppgáva hjá føroyska A-landsliðnum verður 6. september komandi ár, tá Føroyar og Ungarn møtast í HM-undankappingardysti á Tórsvølli.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder