Vinna

Jóanis Erik Køtlum gevst sum sjúkrahússtjóri og forstjóri

...

2019-03-12 10:31 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Jóanis Erik Køtlum hevur valt at siga seg úr starvinum sum sjúkrahússtjóri á Landssjúkrahúsinum og forstjóri fyri sjúkrahúsverki Føroya. Jóanis Erik ynskir at verða loystur úr starvi skjótast til ber, og hevur Heilsu- og innlendismálaráðið játtað at ganga umbøn hansara á møti. Jóanis Erik Køtlum gevst sostatt í starvinum frá 12. mars 2019 at rokna.

Landsstýriskvinnan í heilsu- og innlendismálum hevur avgjørt at heita á Margit Stórá, varastjóra, um at taka við starvinum sum virkandi sjúkrahússtjóri á Landssjúkrahúsinum og forstjóri fyri Sjúkrahúsverk Føroya frá 12. mars 2019 at rokna og til starvið verður sett av nýggjum.

Í sambandi við, at sjúkrahússtjórarnir á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og Suðuroyar Sjúkrahúsi eisini gevast í starvi sínum í summar verður í næstum farið undir at lýsa eftir nýggjum leiðslutoymi til ovastu leiðslu í Sjúkrahúsverki Føroya.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder