TÍÐINDABR??V FRÁ
MENTUNARGRUNNI STUDENTAFELAGSINS
Jóanes
Nielsen
GUDAH??VD
Yrkingar
Tað eru fimm ár síðani, at Jóanes
Nielsen gav eitt nýtt yrkingasavn út. Ímeðan eru bæði sjónleikurin
"Havfrúgvin", skaldsøgan
"Bommhjarta" og ikki at forgloyma tann samlaði lyrikkurin hjá
høvundanum "Yrkingar 2014" komin út. Nú er Jóanes Nielsen aftur á pallinum
við savninum "Gudahøvd" og longu her vísir hann, at hann er ein
meistari í at gera titlar. Tekstirnir eru bæði fúlir, viðkvæmir og fullir av
innliti - ofta í eini og somu yrking. Einstakar yrkingar taka støði í
gerandisupplivingum sum við kokkunum Brødrene Price og fara haðani niður í
kenslunnar dýpdir. Fimmhundrað árið fyri reformatiónina verður hildið, og eg'ið
fær vitjan av Luther og Melanchton, sum hann ikki altíð er so fegin um.
Beinorðaður er yrkjarin, tá ið hann sigur, at vit hava avtikið helviti
hinumegin, men vit megna ikki at forða tí hesumegin. Elli og sjúka gera vart
við seg í sumum yrkingum, men eisini spei, har tað verður sagt: "Eg rópi
kollvelting / tú syngur eplavelting". Og so elskar høvundurin kvinnuna, og
alramest hennara kynsmegi.
Jóanes
Nielsen: Gudahøvd. Yrkingar.
Tilrættislegging
og skreytmyndir Rannvá Holm Mortensen.
MS
??? Mentunargrunnur Studentafelagsins gav út. 83 bls. kr. 176,-
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald