2016-08-19 15:00
Havnar Framburðsfelag fer komandi dagarnar at kunngera valevnini hjá felagnum til býráðsvalið í Havn.
Joan Neshamar stillaði upp á fyrsta sinni fyri Fólkaflokkin til seinasta løgtingsval. Nú bjóðar hon seg fram, sum valevni hjá Fólkaflokkinum til býráðsvalið í Havn. Dagliga starvast Joan sum skúlaleiðari í Velbastaðar skúla. Skúlin er tískil eitt av hennara fremstu hjartamálum. Eisini eru eldraøkið, mentan og vinnulívið mál, sum liggja henni á hjarta. Fyri at tryggja borgarunum og vinnulívinum bestu karmar, ynskir Joan at fáa parkeringsviðurskiftini í býnum í rættlag sum skjótast.
Havnar Framburðsfelag???
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald