Ítróttur

Beinleiðis: VÍF - H71

...

2016-12-11 16:29 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Liðugt: H71 vann oddadystin 29-27 á VÍF! 

Málskjúttar: 

VÍF: Filip 8, Rúni 6, Sjúrður 3, Julian 2, Bjarti 2, Høgni 2 og Jugo 2.

H71: Dánjal 7, Bogi 5, Niklas 5, Pætur 4, Rúni 3, Helgi 2, Ári 1, Vilhelm 1 og Hilmar Leon 1.

60. min. Hans Kári sendir ein flúgvara til Boga, sum skorar til 27-29. H71 tekur time-out.

59. min. Filip ger álopsfeil.

58. min. Vilhelm skorar til 25-28. Brotskast til VÍF, Filip tekur sær av tí, og skorar til 26-28. Julian skorar til 27-28 og Runi verður vístur út í 2. min.!

57. min. Niklas skorar sítt 5. mál, og økir um leiðsluna til 25-27. Ári bjargar royndina frá Filip.

56. min. VÍF mansverja Rùna í løtuni. Julian verður sendur í skjótálop, og fær ein 100% møguleika. Ári vístur stórspæl og bjargar!

55. min. Sjúrður minkar um munin til 25-26.

54. min. Mladen bjargar skotinum frá Hans Kára.

53. min. Sjúrður minkar um munin til 24-26. Jugo verður vístur út í 2. min.

52. min. Niklas skorar til 23-26. Tróndur verður vístur út í 2. min. 

51. min. Rùni skorar enn einaferð fyri VÍF, støðan er 23-25.

50. min. Nú eru 3 mál á muni, Niklas skorar til 22-25. VÍF tekur time-out.

49. min. Sjúrður minkar um munin til 22-23. Rúni økir fyri H71 til 22-24.

48. min. Jens bjargar skotinum frá Rúna. Dánjal skorar sítt 7. mál, og er støðan 21-23.

47. min. Brotskast til H71, tað er Hans Kári ið vinnur tað. Ingi verður vístur av vøllinum í 2. min. Dánjal tekur sær av tí, hann rakrar tvørttræði, fær fatur á returinum, sum hann skorar uppá til 21-22.

46. min. Høgni javnar til 21-21!

45. min. Brotskast til VÍF, Filip tekur sær av tí, og skorar til 20-21.

44. min. Filip fær sítt 6. mál og minkar um munin til 19-20. Mladen ger eina stórbjarging, men tað verður dómt brotskast, Dánjal tekur sær av tí, og skorar sítt 5. mál til 19-21.

43. min. Pætur økir um munin til 18-20.

42. min. Rúni vinnur VÍF eitt brotskast, Filip tekur sær av tí, og minkar munin niður í eitt mál til 18-19. H71 tekur time-out.

41. min. Sigmundur D. vinnur H71 eitt brotskast, Dánjal tekur sær av tí, Mlanden fær hondina á, men bólturin fer í málið til 16-19. Rúni minkar um munin til 17-19.

40. min. Pætur forar VÍF at fara í skjótálop, og VÍF fær brotskast av tí sama, Filip tekur sær av tí, og skorar til 16-18.

39. min. Helgi verður vístur út í 2. min. Filip ger eina skeiv alvering, og Bogi fer í skjótálop, sum hann skorar uppá til 14-18. Filip skorar til 15-18.

37. min. Helgi skorar til 14-17. Hans Kári verður vístur út í 2. min.

36. min. Hans Kári ger álopsfeil.

35. min. Helgi fær fyrsta málið hjá H71 í 2. hálvleiki, og økir um munin til 14-16.

34. min. Jugo minkar um munin til 14-15.

Sí myndir her: Stjørnan vann á VÍF.

33. min. Rùni skorar aftur fyri VÍF, støðan er nú 13-15. Rúni hevur fingið 4 tey seinastu málini hjá VÍF.

32. min. Filip verður vístur út í 2. min.

31. min. So er seinni hálvleikur settur í gongd, tað er H71 ið byrjar við dystinum. Rúni minkar um munin fyri VÍF til 12-15.

Soleiðis byrja liðini:

VÍF: Mladen, Høgni, Rúni, Jugo, Julian, Sjúrður og Filip.

H71: Ári, Rúni, Niklas, Vilhelm, Bogi, Pætur og Helgi.

Hálvleikur: H71 er á odda 15-11 móti VÍF. Vit hava sæð ein góðan fyrra hálvleik, har H71 hevur verið betra liðið. Hilmar Leon fekk eitt sera gott mál, tá fann dómaraborðið útav, at hann ikki stóð á dómaraseðlinum, og hevur tí ikki kunna spælt meira. Bjarti Hansen fór út við skaða fyri VÍF.

Málskjúttar:

VÍF: Filip 3, Rúni 2, Bjarti 2, Ingi 1, Julian 1, Høgni 1 og Jugo 1.

H71: Bogi 3, Pætur 3, Dánjal 3, Niklas 2, Runi 2, Ári 1.

30. min. Pætur skorar til 9-14. Rùni minkar um munin til 10-14. Pætur skorar til 10-15. Rúni fær eitt gott mál, og minkar um munin til 11-15.

29. min. Rúni spælir ein flúgvara til Boga, sum skorar til 9-13.

28. min. Høgni minkar um munin til 9-11, og Dánjal verður vístur út í 2. min. Bogi rennur seg leysan, og tað sær Rùni sum spælir til hann, Bogi skorar til 9-12.

27. min. Dánjal skorar til 8-11.

24. min. Høgni fær gult kort. Dánjal skorar til 8-10. Niklas verður vístur út í 2. min. Filip spælir ein góðan bólt til Jugo, Ári vísir stórspæl og bjargar.

23. min. Rúni vinnur H71 eitt brotskast, Leivur tekur sær av tí, men aftur bjargar Mladen.

22. min. Filip ger álopsfeil. Rúni skorar til 7-9. Filip minkar um munin til 8-9. 

21. min. Ári skorar til 7-8.

20. min. Høgni verður sendur í skjótálop, gott verjuspæl frá Vilhelm ger at hann ikki sleppir til skot. VÍF tekur time-out. Pætur roynir seg av miðuni, men rakar ikki á tóma málið hjá VÍF.

19. min. Brotskast til H71, Dánjal tekur sær av tí, Mladen bjargar.

18. min. Spælt verður inná strikuna til Niklas, sum skorar til 6-7. Filip javnar til 7-7.

17. min. Ári roynir seg frá egnum málið, men viðsíðurnarav málinum hjá VÍF.

16. min. Bogi vinnur H71 eitt brotskast, Dánjal tekur sær av tí, og javnar til 6-6.

14. min. Julian javnar til 5-5, og H71 tekur time-out. Bjarti verður sendur í skjótálop, og leggur VÍF á odda 6-5. Bjarti tekur sær til baklæri og fer út.

13. min. Niklas skorar til 4-5. Mladen ger eina góða bjarging.

10. min. Rúni hevur lagt H71 á odda 3-4. Filip skorar sítt fyrsta mál og javnar til 4-4.

9. min. Jugo javnar til 3-3.

8. min. Pætur økir um munin til 1-3. Ingi minkar um munin til 2-3.

7. min. Mladen ger eina góða bjarging. Bjarti minkar um munin til 1-2.

6. min. Hans Kári ger álopsfeil. Hilmar Leon stendur ikki á dómaraseðlinum, og sleppir tí ikki at spæla víðari í dystinum. VÍF roynir seg við 7 í álopinum.

5. min. Hilmar Leon skorar til 0-2.

4. min. Hilmar Leon og Tróndur skifta millum álop og verju.

2. min. Bogi skorar uppá skjótálop til 0-1.

1. min. So er dysturin settur í gongd, tað er VÍF ið byrjar.

Soleiðis byrja liðini:

VÍF: Mladen, Rúni, Filip, Bjarti, Julian, Sjúrður og Jugo.

H71: Ári, Bogi, Tróndur, Rúni, Helgi, Hans Kári og Pætur.

Klokkan 16:03: Spælarnir hita upp enn.

Oddadystur er í dag á skránni í FTZ-deildini. VÍF tekur ímóti H71 í Vestmanna klokkan 16:00. Bæði liðini hava 19 stig, tó hevur VÍF spælt ein dyst meira enn H71.

Sí myndir her: Stjørnan vann á VÍF.

Tað ber til at fylgja beinleiðis við dystinum á jn.fo, vit fara at hava beinleiðis tekstafrásøgn.

VÍF: John R. Nielsen, Sjúrður Olsen, Jóhann í Garðastovu, Rùni Joensen, Ingi Olsen, Julian Olsen, Jákup Andreas Joensen, Jón Muller, Uni H. Petersen, Bjarti Hansen, Mladen Mjerimacka, Høgni Zachariasen, Jugoslav Djumic og Filip Jojic.

Bonkur: Hjalmar K. Olsen, Jóngerð M. Nielsen og Jákup Durhuus.

H71: Ári Dam, Jens á Skipagøtu, Rúni Vest Højgaard, Bogi G. Davidsen, Leivur Mortensen, Pætur Thomsen, Vilhelm Poulsen, Hans Kári Hansen, Sigmundur Dahl, Sigmundur Nolsø, Andor í Horni Sivertsen, Helgi Hoydal, Niklas Hanussarson, Peter Krogh, Dánjal Tórgerð og Tróndur Arge.

Bonkur: Sonne Larsen, Mark Marcher, Petur Sivertesen og Bartal Andreasen.

Støðan
NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1VÍF133953316419
2H71123242665819
3Kyndil143733492417
4KÍF133363201616
5Neistin14345364-1912
6StÍF14387394-710
7Team Klaksvík14292428-1361

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder