Ítróttur

JN.fo sigur beinleiðis frá fyrsta landskappingardystinum

...

2016-09-17 14:28 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í kvøld verður hol sett á FTZ-kappingina hjá monnum, tá ið KÍF tekur móti StÍF, dysturin byrjar klokkan 18.

Liðið hjá StÍF er broytt nakað í mun til í fjør. Standingar hava mist Marjus Joensen, Kjartan Johansen, Ísak Olsen og Danny Brandt. StÍF hevur fingið Rúna Niclassen og Carsten Bang afturat liðnum, og somuleiðis hava teir fingið nýggjan venjara, sum er Tomasz Zilberberg.

KÍF hevur mist Jaspur við Garð. Tony Weyhe verður við KÍF seinni í ár, hann er í lestrarørindum í Danmark. Teir hava fingið Frederik Sørensen og Marcus Mølbjerg Jørgensen afturat liðnum.

Leygardagin 17.09.16

kl. 18.00 KÍF ??? StÍF (menn)


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder