Enn er seinna finaluliðið ikki funnið, men tað kann verða funnið eftir dystin í Kollafirði í morgin, har KÍF tekur móti VÍF.
Sí toppskjúttalistan her, og fair-play listan her.
H71 hevur tryggja sær sítt finalupláss. Kyndil er í løtuni nummar tvey við 29 stigum, sum er eitt fleiri enn hvat VÍF hevur. Kyndil hevur leikt allar sínar dystir, og skulu teir gera sær nakra vón um, at røkka finaluplássinum, skal VÍF ikki fáa meira enn 1 stig, og KÍF ikki fáa meira enn 3 stig afturat.
Vinnur VÍF dystin í Kollafirði í morgin, so eru tað teir ið skulu leika FM-finalurnar móti H71. Tapir VÍF í morgin, so hava teir enn møguleika at blíva meistarar, tað kann gera seg, um KÍF vinnur við minni enn 12 málum í morgin, samstundis má VÍF fáa líka nógv stig, sum KÍF fáa í vikuskiftinum.
KÍF er í løtuni nummar fýra í FTZ-deildini. Vinnur KÍF í morgin, og dystin móti H71 í vikuskiftinum, samstundis sum VÍF tapir móti Neistanum í vikuskiftinum, so skal KÍF leika FM-finalurnar móti H71. Men vinnur KÍF við meira enn 11 málum, og fáa líka nógv stig sum VÍF í vikuskifitnum, so er KÍF víðari.
JN.fo fer at hava beinleiðis tekstafrásøgn frá dystinum millum KÍF og VÍF í annaðkvøld.
Mikudagin 10.04.16
kl. 20.00 Neistin ??? StÍF (menn)
kl. 20.00 KÍF ??? VÍF (menn)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald