Klaksvíkar Badmintonfelag tók alt gullið hjá teimum vaksnu í JFK-Open ella Grand Prix 3 um vikuskiftið
Hetta vikuskiftið var KBF saman við BSF vertur fyri Grand Prix 3. Kappingin er verður kalla JFK-Open tí JFK er stuðul av kappingini. Tað vóru 219 luttakarar meldaðir til, og bara leygardagin vóru heili 330 dystir leiktir í 13 tímar, sum er meir enn 25 dystir um tíman. Hetta er helst størsta badmintonkappingin, sum nakrantíð er hildin í Føroyum. Tað vóru 214 leikarar til kappingina.
Tað eru góðar umstøður at halda kappingar í Badmintoní Klaksvík, tí har kann leikast á 10 banum í senn. Tað vóru 6 feløg, sum sendu leikarar til Klaksvíkar hetta vikuskiftið. Nógv var gjørt burturúr, har øll, sum komu at hyggja, fingu ókeypis kaffi, te, kaku, smyrjibreyð, kakao, bollar, frukt og annað gott. Mett verður, at millum 600 og 800 fólk vóru í hallunum gjøgnum dagin.
Kappingin gekk hampiliga gott, hóast tað vóru nakað av seinkingum leygardagin, og tað tí varð liðugt um tíggju tíðina á kvøldi. Sunnudagin helt planurin, og vóru seinastu heiðursmerkjuni handað klokkan gott 17:00.
Leygardagin leiktu børn og ung upp til U19.
Sunnudagin leiktu tey vaksnu, sum vóru deild upp í A menn, A kvinnur, B og C. Her hendi tað, at KBF úr Klaksvík vann allar bólkarnar hjá teimum vaksnu, og tað er ikki hent fyrr í søgu felagsins. Í A bólkinum vann Rani í Bø úr KBF og fekk 50 stig. Hann liggur nú samlað gott fyri við 120 stigum á 2. plássi, meðan Magnus Dal Christiansen úr HBF liggur á 1. plássi við 140 stigum. Torkil Petersen úr MBF er á 3. plássi við 60 stigum.
Hjá kvinnunum vann tann bert 13 ára gamla Lena Maria Joensen úr KBF og ognaði sær 50 stig, og við hesum kom hon millum tær bestu og hevur nú 110 stig. Tað er 10 stig minni enn Sólfríð Hjørleifsdóttir úr VÍF, sum liggur á 1. plássi við 120 stigum. Á 3. plássi liggur Gunnvá Jacobsen úr HBF við 100 stigum, so tað er sera spennandi, hvussu verður til tær seinastu kappingarnar.
Tað eru tvær Grand Prix-kappingar eftir í vetur. Ein verður á Giljanesi, og tann seinasta verður á Kambsdali í februar. Eftir tað verður kappast um FM, sum eru 4 kappingar. Tann fyrsta verður í Klaksvík seint í februar, har tað er ein liðkapping fyri børn og ung. Mitt í mars verður aftur kappast í Klaksvík, har tað er FM í blandaðum tvímansleiki og í tvímansleiki. So kemur FM í single fyri børn og ung, sum verður á Giljanesi. Tann seinasta verður í Tórshavn. Tá fara tey vaksnu at leika um FM í single, tvímansleiki og í blandaðum tvímansleiki.
Vit í KBF vilja eisini senda eina hjartans tøkk til øll, sum bakka upp rundan um felagði til eina slíka kapping. Eitt vikuskifti sum hetta krevur nógvar fyrireikingar, og skal nógv fáast frá hondini. Her vóru øll sera røsk at hjálpa til við øllum, baka og verða í høllini gjøgnum dagin og alt annað, Tøkk til øllJ
Eisini tøkk til JFK, sum nú í fleiri ár hevur verið stuðul til hesa kapping.
Niðanfyri eru myndir av heiðursmerkjahandanini. Vit mangla myndir av U11 A dreingjum, U11 C dreingjum og U13 C gentum. Um onkur hevur myndir, eru tit vælkomin at senda tær til [email protected], so koyra vit tær inn á eisini :-)
??ll úrtslit kunnu síggjast niðanfyri.
Klaksvíkar Badmintonfelag.
JFK_OPEN_2016_Klaksvík_(GP3_saeson_2016-17)%0d%0a (3).pdf
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald