2014-12-10 23:11
"Í desembur sýnir Jensia Hjalmarsdóttir Gaardlykke blýantstekningar fram á Listavegginum í EIK í Miðvági.
Tekningarnar eru av persónum í oynni.Jensia er 23 ára gomul, hon er miðlagrafikaralærlingur á Sendistovuni og fæst við at tekna og mála í frítíðini.
Framsýningin í EIK er hennara fyrsta framsýning, burtursæð frá onkrari Vestanstevnu, har hon hevur verið saman við øðrum framsýnarum."
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald