Ítróttur

Jens nummar tvey í marathon kapping í Danmark og setti persónligt met

...

2015-05-24 23:34 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Sørvingurin Jens R. Weyhe, hevur í dag luttikið í stóru rennikappingini Copenhagen Marathon. Jens rann í bólkinum 65 til 69 ár. Hann stóð seg sera væl, og endaði nummar tvey í sínum aldursbólki við tíðini 3 tímar 8 minuttir og 1 sekund, sum er persónligt met hjá Jensi.

Tað vóru 9752 fólk við í renningini, og Jens kom á mál sum nummar 444 av øllum luttakarinum. 

Tíðin hjá Jensi er eitt stórt lop frá í fjør, tá tíðin hjá honum var 3 tímar og 17 minuttir.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder