Ítróttur

Jens lynaði í Keypmannahavn

...

2014-05-20 13:29 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Frælsur ítróttur Føroyar skrivar:

Skrivað hevur 

Aftur í ár vóru nógvir føroyingar við til Copenhagen Marathon, sum varð runnið í gjár. Tó ikki so nógvir sum tað plaga at vera, og kemst tað ivaleyst av HM í hálvum maraton, tá yvir 180 føroyingar runnu í Keypmannahavn seinast í mars. Ein sum ikki var við ta ferðina var Frælsi-rennarin Jens R. Weihe, sum annars hevði víst stórform allan veturin. Eitt brotið/brákað rivjabein hevur seinastu vikurnar hildið honum burtur frá kappingum, men onkursvegna má hann hava hildið venjingina koyrandi.

Tí í gjár gjørdi hann bart, tá hann í stórum stíli vann sín aldursbólk í Copenhagen Marathon ??? yvir 24 minuttir framman fyri næsta mann á mál. Tá vit hyggja eftir millumtíðunum hjá Jensi, sæst at hann hevur mist nakrar minuttir móti endanum. So kanska  hevur brákaða rivjabeinið kortini órógvað fyrireikingarnar. Hetta er triðja árið á rað, at Jens rennur Copenhagen Marathon, og eisini triðja árið, at hann rann í aldursbólkinum 65-69 ár. Í 2012 vann hann, í fjør gjørdist hann nr. 2 og í ár gjørdist tað so til ein stórsigur. Tíðin í ár er tann besta hjá Jensi nakrantíð. Og sum tað sær út, hevur hann als ikki toppað enn. ??rslitið frá Nýggjárshálvmaraton boðar frá, at Jens saktans kann fara at nærkast 3.10 tímar. Men so skal hann ikki bróta fleiri rivjabein.

Av teimum 10.135 rennarunum, sum byrjaðu, endaði 67 ára gamli Jens sum nummar 752! Undir øllum umstøðum var hetta eitt einastandandi flott úrslit, og FÍF ynskir Jensi hjartaliga tillukku við heiðrinum. Tað hevði verið stuttligt at sæð Jens tikið móti enn størri avbjóðingum.

Tað vóru 69 luttakarar við í hesum aldursbólkinum, og tíggju teir fremstu síggjast niðanfyri:

RankRace NoNameNationClubCategoryTimeBehindSpeed
17035Jens.r.weihe FROFrælsiM65-693:17:364:41 min/km
21689Markku Lintunen FINNurmijärvi FinlandM65-693:41:48+ 24:135:16 min/km
32319Henry Jønch DENTIK-LøberneM65-693:44:24+ 26:495:20 min/km
46605Hannaoui, Abdelfattah MARClub Maroc MarathonM65-693:46:05+ 28:295:22 min/km
58542Claude Marian DENM65-693:46:35+ 28:595:23 min/km
61124Wim Van Amerongen NEDM65-693:52:43+ 35:075:31 min/km
72918Jørgen Jensen DENForca IFM65-693:56:01+ 38:265:36 min/km
84020Pekka Suhonen FINM65-693:56:56+ 39:215:37 min/km
910905Holger Hansen DENaaigM65-693:58:18+ 40:435:39 min/km
102353Kurt Stoltenberg Børsfelt DENM65-693:58:39+ 41:035:40 min/km

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder