Ítróttur

Jens Erik er nýggjur høvuðsungdómsvenjari hjá 07Vestur

...

2016-11-04 12:41 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Enn ein liður í langtíðarætlan felagsins er komin uppá pláss, eftir at 07 Vestur hevur sett Jens Erik Rasmussen í fulltíðarstarv sum høvuðsungdómsvenjara. Jens Erik byrjar í nýggja starvinum 1. januar.


Jens Erik er ein stór fyrimynd fyri yngri leikararnar í økinum og ein stór inspiratión á vøllinun til venjingarnar. Sum høvuðsungdómsvenjari kemur hann at brúka meignpartin av tíðina á vøllinum saman við yngstu leikarunum, umframt at skipa ungdómsarbeiði og leggja venjarunum lag á.

"Málið er at børnini skulu trívast og hava tað stuttligt við fótbóltspælinum, ímeðan tey menna individuellu førleikarnar og kreativu evnini", sigur Jens Erik, og heldur fram, "tilboðið til gentur skal eisini uppraðfestast, so teimum verður bjóðað somu møguleikar og venjing sum dreingjunum."

07 Vestur er ímillum feløgini í Føroyum við flest leikarum og tilmeldaðum liðum. Vant verður bæði í Sørvági og Sandavági, har børn eisini koma úr Vestmanna og Kvívík við bussum, ið felagið fíggjar.

Kelda: 07Vestur

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder