Ítróttur

Jens Erik endurnýggja sáttmálan

...

2016-01-22 18:13 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

07Vestur.fo: 07 Vestur og Jens Erik Rasmussen skrivaðu í gjár undir venjarasáttmála fyri kappingarárið 2016. Jens Erik Jens Erik verður høvuðsvenjari U16 og U18. Harumframt verður Jens Erik hjálparvenjari hjá hjá 1. deild.

Felagið gleðist um, at Jens Erik eisini hevur játtað at virka sum eitt slag av mentor hjá venjarum/foreldrum, ið venja børn í aldursbólkunum U8-U12. ??tlanin við hesum er at skapa eitt hugnaligt og mennandi venjaraumhvørvið í nýggja 07Vestur-húsinum í Sørvági. Venjingarnar hjá Jens Erik verða fríggjadagar seinnapart.

Vónandi fara so nógv sum gjørligt, í báðum bygdunum, at luttaka í venjingunum hjá Jens Erik fríggjadagar.

Sum rosinan í pylsuendanum, hevur Jens Erik eisini játtað at taka sær av Futsal. Byrja verður aftur komandi fríggjadag, og hildið verður fram til útivenjingarnar byrja.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder