Politikkur

Jenis spyr Sirið um stjóraskiftið í Heilsutrygd

...

2015-12-08 15:54 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Munnligur fyrispurningur til landsstýriskvinnuna í Heilsumálum, Siri Stenberg.

Spurningar:

Landsstýriskvinnan verður biðin um at greiða frá og svara fylgjandi spurningum í sambandi við stjóraskiftið í Heilsutrygd:

1: Er tað rætt, sum vælvitandi keldur, sí Sosialin dgf. 7. dec. 2015, siga seg hava kunnleika til, at ongin beinleiðis grund er til stjóraskiftið, sum tó kostar skattaborgaranum løn til fráfarna stjóran í 15 mánaðir umframt gjald til sakførara hansara?

2: Hvussu grundgevur landsstýriskvinnan, um rætt er, sum hesar keldur siga frá, hesa ógrundaðu uppsøgn og eina so ábyrgdarleysa umsiting av so stórari upphædd av tí skatti, sum kravdur veður inn frá skattaborgaranum?

3: Hevur landsstýriskvinnan fyrisitið sítt málsøki á ábyrgdarfullan og fullgóðan hátt.

Viðmerkingar:

At lesa tað, Sosialurin borðreiður við 7. decembur og sum teir kalla ???heimsendanina av stjóranum í Heilsutrygd???, er bæði ørkimlandi og hugstoytt. Blaðið sigur seg vita, at tað at fyrrverandi stjórin fær fulla fráfaringarløn umframt seks mánaðir afturat, íalt 15 mánaðir, og kr. 15.000 at gjalda sínum sakførara, ???er ikki vanlig mannagongd og ber boð um, at eingin beinleiðis grund er til uppsøgnina???.

Eisini verður sagt, at tey á blaðnum ???hava lisið tey skjøl, sum alment innlit er fingið í, sum hava við hetta málið at gera, og í teimum skjølum sæst ikki nakað, sum kann geva grund til at siga stjóran úr starvi???.

Víðari skrivar blaðið, at ??? umsitingin eftir øllum at døma vildi sleppa av við stjóran. Hetta uttan nóg góðar grundgevingar ??? og við einum høgum prísi, sum tað almenna skal gjalda- nevniliga fráfaringarløn í 15 mánaðir??? og at??? alt bendir á, at stjórin í Heilsutrygd er sendur til hús, tí hann ikki bert bukkar fyri tí, sum umsitingin í heilsumálaráðnum sigur???.

Jenis av Rana

Løgingsmaður

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder