§ 52 purningur til landsstýrismannin í Vinnumálum, Poul Michelsen.:
Hvørji ítøkilig úrslit eru komin burturúr arbeiðinum hjá landsstýrismanninum seinastu 6 vikurnar fyri at hjálpa teimum fóttafólkum, sum dagliga drukna í Miðjarahavinum?
Viðmerkingar:
???Bara í síðstu viku druknaðu í minsta lagið 880 tilflytarar og flóttafólk, tá tey royndu at sleppa um Miðalhavið, upplýsir fóttafólkastovnurin hjá ST, UNHCR. Tað sum er farið av árinum, eru 2510 fólk drukna. Somu tíð í fjør var talið 1855???...
Omanfyri endurgivna brotið var millum fyrstu tíðindini, ið útvarpið hjá Kringvarp-inum bar okkum hósmorgunin 2. juni.
Hin 7. marts legði Miðflokkurin uppskot fyri Løgtingið, har vit bóðu Løgtingið heita á landsstýrið um at kanna møguleikan fyri at almennu Føroyar senda skip, ella fíggja sendanina av skipi, hvørs uppgáva verður at royna at bjargaflóttafólki, ið eru í vanda fyri at farast í Miðjarahavinum.
Góðar 6 vikur seinni, h. 21. apríl, atkvøddu 24 av teimum 33, ið manna Føroya Løgting, ímóti hesum lívbjargandi uppskoti. Uppskotinum um, at ein av heimsins ríkastu tjóðum, Føroyar, brúkar ein lítlan brotpart av tí ríkidømi, Skaparin signar okkum við, at bjarga monnum, kvinnum og børnum, sum, í leitanini eftir tryggleika, farast í bylgjum Miðjarahavsins- hjálparleys offur í hondum ránsmanna.
Undir fyrstu viðgerð av uppskoti Mifloksins var annars ongin endi á føgru orðunum um hvussu neyðugt, gott og upp á tíðina tað var at fáa hetta gjørt, meðan samda álitið úr Uttanlandsnevndini var ein undanførðsla fyri og onnur eftir- milt sagt óvirðiligt, syrgiligt og skomm fyri tey, sum settu sítt navn undir.
???Uttanlandsnevndin hevur fingið at vita frá landsstýrismanninum, at hann arbeiðir ítøkiligt við málinum um, hvør loysn er frægast fyri flóttafólkin???i. Soleiðis ljóðaði ein av undanførðslunum hjá teimum sjey samdu limunum í í uttanlandsnevdini.
Sum ein roynd at finna útav hvør dagsaktuelli lutur Føroya er í bjargingarátøkunum, verður omanfyrinevndi spurningur settur Landsstýrismanninum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald