Munnligur fyrispurningur til Aksel Johannesen, Føroya løgmann
Spurningur:
Er tíðin ikki komin hjá løgmanni at fara at virka fyri at leingja núverandi fiskivinnulóg, nú stígur er komin í arbeiðið at gera eina nýggja og landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hóttir við at nokta flotanum at loysa um knappar 5 vikur?
Viðmerkingar:
Alt bendir á, at so gott sum allar Føroyar eru samdur um, at rættast er at taka eitt time out í royndunum at tilevna eina nýggja fiskivinnuskipan.
Hetta sæst í skrivum frá vinnuni, frá fakfeløgum og í nýggjastu veljarakanningini, ið varð almannakunngjørd í farnu viku.
Í brævi frá Føroya Fiskimannafelag, dgf. h. 26. 11. 2017 og við yvirskriftini ???Samfelagið stirðnað av ábyrgdarloysi???, lesa vit m.a. hesa áheitan:
???Tí eiga samgongufólk, ið er góð við Føroyar, at steðga á, og leingja verðandi skipan í 2 ár???.
Og í miðlunum fyrr í vikuni, undir yvirskriftini ???Høgni Hoydal tekur alt samfelagið sum gísla???, skrivar ein av fremstu vinnulívsmonnum okkara:
Vit mugu ásanna, at tíðin er farin, til at tað ber til at fáa alt lógar- og regluverkið til eina so kollveltandi fiskivinnunýskipan klárt áðrenn 1. januar. Harumframt krevja myndugleikar og vinnan rúma tíð til at tillaga sínar umsitingarskipanir, so tær kunnu virka eftir eini nýggjari lóggávu.
Tí hava vit onki annað val, enn at framleinga verandi skipan og taka okkum ta tíð, sum tað tekur, at gera eina forsvarliga nýgga fiskivinnuskipan.
Og feskasta veljarakanning, frá farnu viku, vísir, at stórur partur av Føroya fólki, enntá meirilutin av veljarum javnaðarfloksins og út móti tí sama av veljarum tjóðveldisins, mæla til ikki at seta nýggja fiskivinnunýskipan í gildi í óðum verkum.
Tíðliga í heyst komu vit í Miðflokkinum til hesa somu niðurstøðu, og h. 3. august løgdu fyri Løgtingið uppskot um at leingja verandi lóg fyri at geva bæði politisku skipanini og vinnuni neyðugu tíðina til nýgerð av og tillagan til eina nýggja skipan. Uppskotið liggur í vinnunevndini, klárt til at verða lagt fyri Løgtingið til støðutakan, aktuelt, sum ongantíð áður.
Jenis av Rana, formaður Miðfloksins
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald