Politikkur

Jenis: - Nýval er væl eisini ein loysn

...

2021-12-15 22:37 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tey trý uppskotini frá andstøðuni um sammóðir blivu mánadagin samtykt í løgtinginum við 2. viðgerð.

??ll trý uppskotini blivu samtykt við 17 atkvøðum fyri og 16 ímóti, Jóhan Dahl úr Sambandsflokkinum og Annika Olsen úr Fólkaflokkinum vóru millum teirra, ið atkvøddu fyri uppskotinum saman við andstøðuni.

Lítla samgonga, sum er Bárður á Steig Nielsen og Helgi Abrahamsen fyri Sambandsflokkin. Jørgen Niclasen og Christian Andreassen fyri Fólkaflokkin. Jenis av Rana og Bill Justinussen fyri Miðflokkin fóru á kreppufund í Tinganesi beint eftir 2. viðgerð mánadagin. Løgmaður væntaði eftir fundin at finna eina loysn uppá kreppuna í samgonguni. 

Vit hava í dag spurt Jenis av Rana um samgongan hevur fingið loyst knútin, ið er í samgonguni í løtuni.

 Jenis: Nýval er væl eisini ein loysn, ella? 

Tá ið hann verður spurdur um tað er tann besta loysnin, svarar Jenis: - Nei, neyvan, men tá tveir flokkar við 15 løgtingslimum ikki megna at fáa síni fólk at ganga í takt, tá verður trupult at føra politik.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder