Politikkur

Jenis: Kom og bygg SALT liðugt

...

2016-10-11 20:09 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Jú, púra rætt, eg var ikki fyri at fara undir projektið, men nú tað er um at verða liðugt, komið í burðarliðin, mugu vit, fólksins kosnu, taka hendur saman og fáa verkið fullfíggjað. Alt annað er skomm!

At peningur væntar í, at byggjaríið gjørdist ov dýrt, jamen er tað ein nýggjheit í hesum døgum? Tað frættist, at A.P. Møller fonden hevur tikið fylgjurnar av tí, somuleiðis (partar av?) Tvøroyrar Býráð. Eg haldi at Løgtingið eigur at fylgja teimum og játta samsvarandi upphædd!

Sum er stendur hesin vala bygningur tómur, bíðar eftir at síðstu hendur verða lagdar á, áðrenn lív aftur fyllir lonirnar. Sum er bløðir oyggin, virksemi í søguligu bygningunum kann vónandi verða við til at menna hana aftur.

Jenis av Rana

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder