Politikkur

Jenis av Rana spyr um Suðuroyar Sjúkrahús

...

2016-09-19 12:50 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Munnligur fyrispurningur til landsstýriskvinnuna í innlendis- og heilsumálum.

11. sept. 2016

Spurningur:

Hvørji skrivlig krøv frá Heilsustýrinum til ella viðvíkjandi Suðuroyar Sjúkrahúsi finnast, krøv, sum mugu verða uppfylt, fyri at sjúkrahúsið kann virkað sum góðkent føðistað.

Viðmerkingar:

Í kjakinum um føðingar ella ikki á Suðuroyar Sjúkrahúsi verður tosað um krøv, sum eiga at verða uppfylt, fyri at kvinnur kunnu føða á sjúkrahúsinum.

Á fundi, sum verjufelagsskapurin fyri Suðuroyar Sjúkrahús, Vernd, herfyri skipaði fyri, vórðu færri og fleiri krøv nevnd. Millum annað varð frá politiskari síðu ført fram, at bæði narkosulæknar, serlæknar í kvinnusjúkum, barnalæknar, skurðlæknar við breiðum skurðførleikum og munandi økt játtan er treyt fyri at framtíðar suðringar aftur kunnu verða bornir í heim á Suðuroyar Sjúkrahúsi.

Fortreytin fyri at kunna nágreina bæði fíggjar- og manningartørvin er, at vit kenna tær objektivu treytirnar, sum ovasti heilsumyndugleikin, Sundhedsstyrelsen, setur. Fyrst tá vit kenna hesar treytir ber til at hava eitt skilgrundað kjak og at seta eina realistiska kós, sum vónandi um stutta tíð kann geva suðringum tann tryggleikan, sum møguleikin at bera børn teirra í heim á lokala sjúkrahúsinum, gevur.

Jenis av Rana, løgtingsmaður fyri Miðflokkin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder