Politikkur

Jenis av Rana spyr løgmann um setan av serfrøðingi

...

2016-09-19 13:06 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Munnligur fyrispurningur til løgmann.

Havnin h. 11. sept. 2016

Spurningur:

Løgmaður verður biðin greiða Løgtinginum frá tí serfrøðingastarvi, sum deildarleiðari í Innlendismálaráðnum bráddliga varð sett í herfyri.

Viðmerkingar:

Miðlar hava borið tíðindi um, at deildarleiðari í innlendismálaráðnum herfyri varð sett í nýtt serfrøðingastarv í sama ráði og enntá við fíggjarligum sersømdum, hetta fyri at loysa eitt mál um manglandi álit hjá aðalstjóranum á hana, ið varð sett í starvið. Í sær sjálvum ljóðar hetta margháttligt, men so frættist fyri vist og er enntá váttað av sama aðalstjóra sum verðandi ein frálík avgerð.

Men ikki er komið fram, hvat starv talan er um, heldur ikki nær og hvar hetta almenna starv varð lýst leyst at søkja, hvussu starvslýsingin ljóðaði, hvussu nógvir umsøkjarar vóru til starvið og hví hesin deildarleiðarin varð settur fram um aðrar møguligar umsøkjarar.

Jenis av Rana

Løgtingsmaður f. Miðflokkin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder