Politikkur

Jenis av Rana spyr Kristinu Háfoss um botnfrádrátt

...

2016-09-19 17:09 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Munnligur fyrispurningur til Fíggjarmálaráðharran-.

Havnin h. 11. sept. 2016

Landsstýriskvinnan verður biðin upplýsa Løgtinginum árligu gongdina (í tølum) í botnfrádráttinum í kommunuskattinum seinastu 25 árini saman við árliga álíknaða kommunuskattinum og árliga álíknaða landsskattinum hesi somu ár.

Viðmerkingar:

Í almenna kjakinum verður aftur og aftur víst á ójavnan í botnfrádráttinum í kommunuskattinum sammett við botnfrádráttin í landsskattinum.

Tá tosað verður um skattalætta, serliga til tey við læstu inntøkum, verður frá politiskari síðu aftur og aftur víst á, at hesi ikki gjalda stórvegis í landsskatti vegna tær hækkingar, sum hava verið í botnfrádráttinum seinastu árini. Hinvegin verður víst á lága og í mong ár óbroytta botnfrádráttin í kommunuskattinum sum orsøk til, at hesi gjalda ein stóran part av lítlu inntøku teirra til kommunurnar.

Farna árið hava vit aftur og aftur hoyrt um óvantaðu meirinntøkurnar og yvirskot á rakstrinum hjá nógvum kommunum, tó uttan at hesar tykjast sinnaðar at vilja veita borgarum sínum fíggjarligan lætta. Serliga løgið er hetta, um vit hyggja at skattatølum frá t.d. høvuðsstaðarkommununi, sum, sambart fíggjarkønum, loyvir sær at hava eitt skattaprocent, sum saktans kundi verði 2 % lægri, uttan at kommunan vildi fingið trupulleikar av tí í dagliga rakstrinum.

Jenis av Rana

Løgtingsmaður f. Miðflokkin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder