Politikkur

Jenis av Rana hevur sett Kristinu Háfoss ein §52 fyrispurning

...

2016-01-13 14:58 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

§ 52 fyrispurningur til Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum.

Spurningur 1: Hvørji hagtøl hevur landsstýriskvinnan, sum vísa, at talið av børnum í fátækraváða væks undir farnu samgongu?

Spurningur 2: Hvussu síggja procentvísu tølini yvir børn í fátækraváða út ár fyri ár í tíðarskeiðinum 2010 til 2015?

Spurningur 3: Hvørji fíggjarlig markatøl liggja til grund fyri umtalaðu meting av fátækraváðanum fyri hvørt einstaka árið?

Viðmerkingar:

Undir valstríðnum, og nú aftur undir fíggjarlógarviðgerðini, hevur verið nevnt, at talið av børnum í fátækraváða vaks nógv undir farnu samgongu. Tá tey, sum førdu hetta fram undir valstríðnum, vórðu kravd eftir dokumentatión, komu tey við gomlum tølum, sum einki søgdu um gondina undir farnu samgongu, sum jú, øllum kunnugt, setti gongd í aftur eitt samfelag og ein búskap, sum var koyrdur fastur.

Í einum sjónvarpskjaki h. 29. decembur 2015 tóku tygun omanfyrinevnda pástand framaftur og søgdu, at tá nýggja samgongan tók við ???sóu vit eitt væksandi tal av børnum í fátækraváða???.

Tað var í sept. 2015 at nýggja samgongan tók við eftir farnu samgonga, sum sjálv tók við valdinum á heysti í 2011. Henni hevði tá, sum flestu føroyingar munnu kenna fløvan av, eydnast at vent samfelagsbúskapinum aftur á rætta kós.

Jenis av Rana.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder