Politikkur

Jenis á Rana spyr Eyðgunn Samuelsen um brúkaragjøld

...

2017-01-04 15:03 Author image
placeholder

§ 52 a spurningur til landsstýriskvinnuna í Almannamálum, Eyðgunn Samuelsen.

1: Kann hugsast, at eisini triði flokkurin í landsstýrissamgonguni, javnaðarflokkurin fer at broyta politikk sín og verða við til at áleggja brúkaragjøld á eldraøkinum, soleiðis sum hinir báðir samgonguflokkarnir, Tjóðveldi og Framsókn, hava gjørt av í Býráðssamgonguni í høvuðsstaðnum?

2: Er ikki vandi fyri, at hendan avgerð Tjóðveldis og Framsóknar, at leggja brúkaragjøld á okkara eldru, fer at skapa trupulleikar fyri ta semju um nýskipan innan pensiónsøkið, sum samgongu- og andstøðuflokkarnir í løtuni royna at fáa í lag?

3: Er ikki vandi fyri, at hendan avgerðin um brúkaragjald í einum lokaløki, høvuðsstaðarøkinum, kann skapa ein ójavna í liviumstøðum teirra eldru alt eftir hvar tey búgva? At tey í nøkrum økjum fara at gjalda fyri tænastur, sum í øðrum økjum eru ókeypis. Og er hetta í tráð við tær ætlanir, ið vóru aftanfyri útflytingina av eldraøkinum frá landi til kommunur?

Viðmerkingar:

Hvørjaferð røddir hava verið fammi við uppskotum um brúkaragjøld, serliga á heilsu-og almannaøkinum, hava flestu føroyskir politikarar víst hesum aftur. Ístaðin hevur verið víst á, at samhaldsfasta vælferðaskipanin, sum vit hava í felag við grannar okkara, gevur eina trygd, har ikki er rúm fyri slíkum gjøldum.

Nú tað frættist, at nýggja býráðssamgongan í Havn, har tveir av landsstýrisflokkunum eru partar, fer at áleggja brúkaragjøld á eldraøkinum, er spurningurin viðkomandi, um talan er um broyttan flokspolitikk, sum kann hugsast at fara at síggjast aftur í landspolitikkinum. Bert hugsanin um, at so kann vera, man í dag órógva mangan føroying.

Harafturat kan møguleikin fyri ymiskum brúkaragjøldum, alt eftir hvar í landinum tú býr, skapa órógv og ónøgd millum tey eldru og útlitini fyri semju millum samgonguna og andstøðuna í pensiónsbólkaarbeiðinum kann hugsast at minka munandi.

Vinaliga,

Jenis av Rana

Formaður Miðfloksins

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder