2015-03-04 21:00
Sosialistisk Ung skipa mikukvøldið 11. mars fyri almennum tiltaki um nýggju s-bókina, "Tvey kyn - ymsar støður".
Kristianna Winther Poulsen, cand. mag. og MSc, og Hans Pauli Strøm, sosiologur, fara at leggja fram um nýggju s-bókina, ið tey hava skrivað og lagt til rættis, og sum Javnstøðunevndin í samstarvi við Nám hava givið út. S-bókin lýsir ymisku støðuna hjá kvinnum og monnum í føroyska samfelagnum, tá tað snýr seg um íbúgva- og barnsburðarviðurskifti, um lív og deyða, familjur og skilnaðir, útbúgving, arbeiðsmarknað og inntøkuviðurskifti.
Bókin er ókeypis fyri øll at ogna sær og kann takast niður her: www.javnstoda.systime.dk
Tiltakið verður hildið í hølum Føroya Arbeiðarafelags í Havn og byrjar kl. 19.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald