Fyrrapartin var pallborðsfundur á Handilsskúlanum í Havn. Skúlin hevði bjóðað tveimum umboðum frá øllum flokkum við til fundin, formanninum og eitt umboð úr ungmannafelagnum. Miðflokkurin, Nýtt Sjálvstýri og Javnaðarflokkurin høvdu ongan við frá ungmannafeløgunum. Fólkaflokkurin var einasti flokkur, sum ikki hevði formannin við, men í hansara stað var Annika Olsen.
Orðstýrari var Anna Poulsen, sum kom væl frá uppgávuni.
Áðrenn fundurin byrjaði, skuldu fólkini í salinum greiða atkvøðu ígjøgnum netið, tað vóru tá 253 fólk ið atkvøddu.
Fólkaflokkurin 13.04%. Sambandsflokkurin 16.21%. Javnaðarflokkurin 18.18%. Nýtt Sjálvstýri 1.98%. Tjóðveldi 19.76%. Framsókn 13.04%. Miðflokkurin 2.77% og 15.02% høvdu atkkvøtt blankt.
Í valstríðnum higartil hevur stórstur dentur verið lagdur á: 1. Hvussu fiskiskapurin skal skipast framyvir. 2. Um hjúnarbandslógin skal broytast, og 3. Skattalætta til lág- og meðalinntøkur. Hesi evnini fyltu eisini stóran part á fundinum í morgun. Eisini vóru onnur evnir á fundinum m.a. pensjónaldurin og hvussu vit skulu lofta teimum ungu.
Eftir fundin varð man aftur atkvøtt, tá vóru tað 329 fólk, sum greiddu atkvøðu. Stóri vinnarin varð Javnaðarflokkurin, sum gekk 19.51% fram, Fólkaflokkurin gekk eisini nógv fram 7.63%.
Fólkaflokkurin 20.67%. Sambandsflokkurin 9.73%. Javnaðarflokkurin 37.69%. Nýtt Sjálvstýri 3.34%. Tjóðveldi 13.98%. Framsókn 9.12%. Miðflokkurin 3.34 - tað vóru nú bara 2.13% ið høvdu atkvøtt blankt.
Munur í prosent sá soleiðis út.
Fólkaflokkurin +7.63%. Sambandsflokkurin -6.48%. Javnaðarflokkurin +19.51%. Nýtt Sjálvstýri +1.36%. Tjóðveldi -5.78%. Framsókn -3.92%. Miðflokkurin +0.57% og blankar -12.98%.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald