Politikkur

Javnaðarflokkurin gjørt avtalu um tríggjar milliónir til FarGen

...

2018-01-04 10:41 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tíðindaskriv

Javnaðarflokkurin gjørt avtalu um tríggjar milliónir til FarGen

Á donsku fíggjarlógini fyri næsta ár stendur, at tríggjar milliónir verða latnar til føroysku FarGen-verkætlanina.

Hetta er sambært avtalu millum Sjúrð Skaale, fólkatingsmann Javnaðarfloksins, og Kristian Jensen, fíggjarmálaráðharra.

Hetta er triðju ferð, at Javnaðarflokkurin hevur samrátt seg til, at FarGen skal hava stuðul á donsku fíggjarlógini. Í 2015 var upphæddin átta og í 2016 tvær milliónir. Tá var vandi fyri at verkætlanin datt niðurfyri, og tí kravdist ein munandi upphædd.

FarGen fekk tvær milliónir á føroysku fíggjarlógini í fjør, og fær somu upphædd í ár. Og nýggja avtalan gevur altso tríggjar milliónir afturat í ár.

- Hetta verður gjørt, tí vit halda FarGen vera eina nýskapandi verkætlan, sum veruliga kann gera mun, sigur Sjúrður Skaale.

Eitt er tað fakliga endamálið: At basa sjúkum og gera heiligvág, sum munar nógv betri, enn tað, vit nýta í dag.

Hitt er tað búskaparliga endamálið: slóða fyri nýggjum, spennandi og háløntum arbeiðsplássum í Føroyum.

Vit hava serligar møguleikar fyri hesum, tí føroyingar eru so fáir, tí vit hava livað so avbyrgd so leingi - og tí vit hava so gott yvirlit yvir, hvussu vit eru skyld hvør við annan.

Eitt annað sum er avgerandi er, at føroyingar eru sera jaliga sinnaðir mótvegis FarGen. Tað vísa bæði tær spurnakanningar, sum eru gjørdar, og áhugin at lata blóðroyndir til verkætlanina. Eisini føroyska vinnulívið (Betri) hevur stuðlað FarGen. Og føroyska lógargrundarlagið setir tryggar karmar um hesa gransking.

Men skulu vit veruliga fáa gagn av okkara stóru møguleikum á hesum øki, krevjast stórar íløgur. Tær fimm milliónirnar, sum verkætlanin fær í ár, eru eitt gott grundarlag - men tað er als ikki nóg mikið, skulu vit veruliga gera okkum galdandi. ??tlendskar íløgur mugu til.

- Áhugin fyri gengransking er sera stórur, men granskingin er sera dýr - og tí gera tær stóru fyritøkurnar sínar íløgur har, sum karmarnir eru tryggast og best, sigur Sjúrður Skaale.

Og tá søkt verður um samstarv frameftir, ber til at siga, at:

- Verkætlanin ER í gongd,
- føroyska lógin um hetta er góð og greið,
- føroyskir myndugleikar seta pening í,
- føroyskt vinnulív setir pening í,
- danskir myndugleikar seta pening í.



Á hesum grundarlag ber vónandi til at vekja áhugan hjá stórum útlendskum íleggjarum, so møguleikarnir í FarGen kunnu nýtast til fulnar - til gagns fyri framtíðar sjúklingar, og til gagns fyri føroyska samfelagið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder