Seinasti parturin av fíggingini at byggja Mentanarhúsið í Klaksvík er komin undir land. Tað er greitt eftir at Javnaðarflokkurin hevur gjørt avtalu við donsku stjórnina um 9,5 mió. kr til verkætlanina. Harumframt eru 2 mió. kr. játtaðar at gera Gamla Hospital í Havn liðugt.
Eftir drúgvar tingingar hevur Javnaðarflokkurin í dag tryggjað tilsamans 11,5 mió. kr. til tvær verkætlanir í Føroyum. Bróðurparturin fer til verkætlanina Posthúsið í Klaksvík. Endamálið er at byggja eitt nýmótans mentanarhús í býnum. Posthúsið verður umvælt og fær harafturat ein nýggjan, snotiligan tilbygning, sum ??sbjørn Jacobsen hevur teknað.
- Hetta er ein framsøkin verkætlan, sum eldsálir í og kring kommuna hava lagt nógv fyri at finna fígging til. Ein stórur biti vantaði tó í,og tí eg eri sera fegin um, at tað ??? eftir áheitan frá floksfelagum í Klaksvík og í góðum samstarvi við umsitingina í kommuni, borgarstjóran og mong onnur ??? hevur eydnast at gera avtalu um 9,5 mió. kr. so farast kann í gongd, sigur Sjúrður Skaale, fólkatingslimur fyri Javnaðarflokkin.
Avtalan er, at 4,5 mió. kr. verða játtaðar í 2019 og aðrar 5 mió. kr. í 2020.
Umframt Mentanarhúsið, so hevur tað eisini eydnast Javnaðarflokkinum at samráða seg til 2 mió. kr. til Gamla Hospital. Søguligi bygningurin skal nýtast sum savn, umframt at veita betri hølisviðurskifti til Fountain-húsið, ið veitir hjálp til fólk við sosialum ella sálarligum avbjóðingum.
- Vit hava áður gjørt avtalu um 3 mió. kr. til hesa verkætlanina, men tvær milliónir vantaðu í fyri at kunna gera hana lidna. Stjórnin hevur frá byrjan víst stóran áhuga fyri verkætlanini, tí Gamla Hospital er tann seinasti bygningurin af sínum slag í ríkinum. Tað hevur stóran søguligan týdning at varðveita ein slíkan bygning. Tí eri fegin um, at vit við hesi avtaluni kunnu tryggja, at verkætlanin kemur á mál, sigur Sjúrður Skaale.
Peningurin til Gamla Hospital verður játtaður í 2019.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald