2021-08-29 16:19
Javnaðarflokkurin hevur havt landsfund í Sørvági. Ein av boðskapunum hesaferð var, at flokkurin enn ikki er sloppin av við sítt Fólkaflokkskompleks. Hettar er annars ein gomul og skøva pláta. Atli Dam royndi tað sama upp undir valið í 1990. Hetta gav eftir øllum at døma bonus, og flokkurin fekk eitt gott val. Men ikki meira enn ein tíma aftaná valúrslitið gjørdi flokkurin allíkavæl samgongu við Fólkaflokkin. Tað er mangt sum bendir á, at Javnaðarflokkurin aftur endar í andstøðu eftir komandi val. Livst so spyrst
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald