Politikkur

Játtanin til almannamál hongur ikki saman

...

2016-09-25 16:22 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Sum tingfólk hava vit møguleikar at seta landsstýrisfólkum fyrispurningar um viðurskifti, ið hava við teirra øki at gera. At hetta hóvar landsstýriskvinnuni í almannamálum lítið, fingu vit staðfest í tíðindunum á middegi í gjár, har landsstýriskvinnan heldur firtin legði undirritaðu undir ikki at fylgja við, hvat verður sagt í Tinginium. Hetta er bæði margháttligt og litið virðiligt fyri eina landsstýriskvinnu at niðurgera tingfólk á henda hátt. Undirritaða kann bara vissa landsstýriskvinnuna um, at eg fylgi sera væl við. At spurningar verða settir um fólkapensjónina er als ikki undarligt, tí ongin fundur hevur verið í bólkinum síðani í vár, og undirritaða hevur ikki fingið nøkur boð yvirhøvur, hvat hendir á økinum, og nær man ætlar at kalla pensjónsbólkin inn aftur til fundar. ?? sosialu miðlunum boðar landsstýriskvinnan frá í dag, at avtalað varð, at fundur verður aftur um 3 mánaðir, og at semja er um, at nýskipanin skal setast í gildi 1. jan 2018. Undiritaða hevur spurt onnur sum sita í bólkinum, og tey siga seg ikki kenna til hesa avtalu. Men kanska er hetta ein innanhýsis avtala í samgonguni, sum onnur ikki kenna til. Stóri spurningurin er, um landsstýrið ikki við hesum hevur slept ætlanini um eina nýggja pensjónsnýskipan ?

?? tíðindunum sigur landsstýriskvinnan, at undirritaða átti at vita, at onki verður gjørt á fólkapensjónsøkinum í ár, tí hetta kom fram í vár, tá íð karmarnar vóru til viðgerðar í Tinginum. Hetta er beinleiðis ósatt, tí í upprunauppskotinum frá landsstýrinum til fíggjarkarmar stendur m.a. ???Pensjónsnýskipan setast í verk???. Tí er tað ikki undarligt, at fyrispurningar verða settir um ætlanir landsstýrisins á hesum øki í samband við fíggjarlógina. Hetta serliga tá hugsað verður um , at landsstýrið uttan himpr samtykti tær óvirðiligu broytingar á fólkapensjónsøkinum undan jólum í fjør.

Rokningar sendast enn einaferð úr til føroysku familjurnar?

Tað eru stór sannlíkindi fyri, at játtanin til almannamál ikki hongur saman. Hetta kom til sjóndar, tá karmarnir vóru til viðgerðar í Tinginum í vár. Játtanin til almannamál er í 2016 1.440,0, meðan játtanin til almannamál er ásett at vera 1.448,5 í 2017. ??ll, sum kenna eitt sindur til játtanina til almannamál duga at siggja, at hetta hongur ikki saman. Taka vit framskrivingarnar av lógarbundnum játtanum, fólkapensjón, arbeiðsfremjandi tiltøk, almenn forsorg v.m so plaga hesar játtanirnar naturligt at vaksa hvørt ár við 10 tals mió. Harumframt hevur landsstýriskvinnan eisini fráboðað eina ørgrynnu av nýggjum raðfestingum. Um ikki landsstýriskvinnan ætlar sær at ???undirbudgettera??? hesar játtanir, hvat er ólógligt, so er lítið sannlíkt, at roknistykkið kemur at hanga saman. Tingfólk spurdu fleiri ferðir, hvussu játtanin til almannamál hekk saman, men landsstýriskvinnan vildi ikki svara hesum spurningum. Spuringurin er um talan ikki er um eina villeiðing av Løgtinginum?

?? komandi viku kemur fíggjarlógin til viðgerðar í Tinginum, og spennandi verður at síggja hvussu landsstýriskvinnan ætlar at fáa roknistykki at ganga upp ella um ætlanin enn einaferð er at senda rokningar út til føroysku familjurnar og vinnuna at gjalda. Livst so spyrst.

Annika Olsen

Tingkvinna fyri Fólkaflokkin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder