Játtanarkarmarnir fyri 2016 og næstu fimm árini eru nú lagdir fram.
Tað hevur ikki verið nakar dansur á rósum, og pláss er ikki fyri at vera jólamaður. Hinvegin fegnist eg um, at málið um yvirskot í 2016 er og verður nátt.
Fara vit aftur til 2011, so var eyðkennið fyri samfelagið eitt køvandi høgt skattatrýst á lønarinntøkum, stórt undirskot í landskassanum, høgt arbeiðsloysi og fólkafráflyting.
Nú er myndin grundleggjandi broytt. Løntakaratalið er vaksið við áleið 1.000 fólkum, arbeiðsloysið er lækkað úr 7% niður í 3,2%, nettofráflytingin er broytt til nettotilflyting og fólkatalið er vaksið við 440 fólkum.
Raksturin frá 2011 til 2014 vísir ein varnan útreiðsluvøkstur. Við at tálma útreiðsluvøkstrinum, hevur málið verið, at inntøkurnar skuldu fáa útreiðslurnar aftur. Tað hava tær nú gjørt. ??treiðslurnar eru vaksnar við 181 mió. kr., ella 1,4% p.a., meðan inntøkurnar eru vaksnar við 472 mió. kr., ella 3,6% p.a. Inntøkurnar í tíðarskeiðinum eru vaksnar 2,6 ferðir so skjótt sum útreiðslurnar.
Hetta merkir at avlop verður í 2016. Hetta er fyrstu ferð síðani 2007.
Yvirskotið á játtanarætlanini fyri næstu árini er: 2016: 56 mió., 2017: 98 mió., 2018: 108 mió., 2019: 121 mió., og í 2020: 132 mió. Tilsamans 515 mió. at gjalda skuld aftur við.
Hóast vit røkka einum yvirskoti komandi ár, eru avbjóðingar framyvir. Neyðugt er, at vit halda fast við ein skilagóðan fíggjarpolitikk fyri at tryggja haldføri landskassans. Samfelagið hevur nú í nógv harrans ár havt eitt bygnaðarligt hall; tað er ómetaliga umráðandi, at vit eru uppgávu okkara vaksin og næstu árini fáa bilbugt við bygnaðarliga hallinum. Mín visjón er, at vit í staðin fyri at vera eitt land, sum altíð skal læna frá øðrum, og harvið gjalda rentur, í framtíðini verða eitt land, sum lænir til onnur og harvið ístaðin fær rentu. Hetta hevði gjørt ovurhondsstóran mun á fíggjarlógini. Men, fyri at náða hesum máli mugu vit halda skil á okkara forbrúki.
Mangan hoyri eg, at tølini áttu at verið nógv verri, av tí at mann eisini er farin undir at taka 200-300 mió. í forskatting av pensjónum. Eg skal vísa á, at hetta var ein partur av eini skattaumlegging. Samfelagið var komið út í eina støðu, har skatturin á lønarinntøkum var blivin so høgur, at tað loysti seg als ikki at arbeiða ella taka eyka tøk, og at mann beinleiðis skattaði fólk av landinum. Hetta var vorðin ein ómetaliga ónd ringrás, har skattainntøkurnar av lønarinntøku gjørdust færri og færri. Inntøkurnar frá forskatting av pensjónum fóru tí beinleiðis í ein hart tiltrongdan skattalætta til lønarinntøkurnar. Tað er tí umráðandi at skilja, at hasum báðum viðvíkjandi er status quo.
Í játtanarkørmunum fyri 2016 verða vælferðarøkini raðfest. Tilsamans vaksa útreiðslurnar 0,9%. ??treiðslurnar til bleytu økini, t.e. skúla-, heilsu- og almannamál, vaksa 1,6%.
Janus Rein
Løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald