Samgongan røkkur sínum máli um avlop á fíggjarlógini. Í uppskotinum til játtanarkarmar fyri 2016 er avlopið 56 mió. kr. Næstu 5 árini verður samlaða avlopið yvir hálva milliard krónur, og landið megnar at rinda skuld aftur.
-Landsstýrið hevði stórar avbjóðingar, tá ið tað tók við í 2011. Eitt køvandi høgt skattatrýst á lønarinntøkum, stórt undirskot í landskassanum, høgt arbeiðsloysi og fólkafráflyting eyðkendu samfelagið.Hetta sigur Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri nú játtanarkarmarnir fyri 2016-2020 verða lagdir fram.
Nú er myndin grundleggjandi broytt.
- Løntakaratalið er vaksið við áleið 1.000 fólkum
- Arbeiðsloysið er lækkað úr 7% niður í 3,2%
- Nettofráflytingin er broytt til nettotilflyting
- Fólkatalið er vaksið við 440 fólkum
Tað gongur væl í Føroyum. Men neyðugt er framhaldandi at reka ein varnan fíggjarpolitikk.
Raksturin frá 2011 til 2014 vísir ein varnan útreiðsluvøkstur. Við at tálma útreiðsluvøkstrinum, var málið, at inntøkurnar skuldu fáa útreiðslurnar aftur. Tað hava tær nú gjørt. Inntøkurnar í valskeiðinum eru vaksnar meira enn hálva triðju ferð so skjótt sum útreiðslurnar.
Í játtanarkørmunum fyri 2016 raðfestir samgongan vælferðarøkini. Tilsamans vaksa útreiðslurnar 0,9%. Til bleytu økini, sum telja skúla-, heilsu- og almannamál, vaksa útreiðslurnar 1,6%.
Inntøkurnar vaksa 4,9%, og hetta merkir, at tær nú verða størri enn útreiðslurnar. Avlop verður tískil í 2016. Hetta er fyrstu ferð síðani 2007.
Hóast samgongan røkkur einum yvirskoti komandi ár, eru avbjóðingar frameftir. Neyðugt er at halda fast við verandi fíggjarpolitikk næstu árini fyri at tryggja haldføri landskassans.
Argir, 28. mars 2015
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald