Jaspur Langgaard, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, setti í gjár Jørgen Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, ein skrivligan fyrispurning (§ 52a) um ferðslukostnað og rakstur av Eysturoyartunlinum uttan Sandoyartunnilin. Svarast skal í seinasta lagi 10 yrkadagar eftir, at spurningurin er latin inn
Løgtingsmaðurin spyr fylgjandi:
1.Hvør hevði ferðslukostnaðurin verið, um Eysturoyartunnulin bara skuldi fíggjað seg sjálvan við verandi ferðslu, um ikki Sandoyartunnilin varð knýttur at?
2.Hvat hevði úrslitið av rakstrinum fyri Eysturoyartunnlin verið uttan Sandoyartunnilin við verandi ferðslu?
3.Hvussu er býtið av løgukostnaðinum fyri ávikavist Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin?
4.Verður tørvur á hægri lántøku í sambandi við báðar verkætlanirnar?
5.Hvørji eru útlitini fyri einum pendlara-prísi?
Í viðmerkingunum til munnliga fyrispurningin sigur Jaspur Langgaard, løgtingsmaður, at P/F Eystur-og Sandoyartunlar hevur í løtuni trupulleikar við at fáa raksturin at hanga saman; serliga er tað vantandi ferðsla í mun til skuldina, sum er viðvirkandi til íkomnu fíggjarstøðuna. ??tlit eru fyri einum rímiliga stórum rakstrarhalli upp á einar 47 mió.kr. árliga, alt annað líka.
Tað er onki yvir at dylja, at skuldi Sandoyartunnilin byggjast, so mátti verkætlanin tengjast saman við Eysturoyartunlinum og inntøkugrundarlagnum hjá honum.
Tað er ikki gjørligt í løtuni at síggja, hvussu hvør rakstrareind/ tunnil ber seg fíggjarliga ella hongur saman, inntøkur, útreiðslur o.a. Tí hevði verið gott við einari útgreining av rakstrinum.
Endamálið er at skapa betri gjøgnumskygni í rakstrinum hjá felagnum og tryggja, at prísáseting og átøk verða gjørd rætt og málrættað.
At enda sigur Jaspur Langgaard, løgtingsmaður, í sínum viðmerkingum, at fyri landskassan er samlaða byggiverkætlanin við til at tyngja landskassan, nakað sum ongantíð hevur verið ætlanin. Tí verður hesin fyrispurningur settur.
Sambandsflokkurin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald