Vinna

Jaspis og Ametyst landa í Havn

...

2016-06-08 06:28 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Jaspis og Ametyst komu á Havnina kl. 5 í morgun við 280.000 pundum, sum teir landa til Barðið í Havn, teir byrjaðu at landa beinanvegin teir komu inn.

Tá ið vit tosaðu umborð í gjárkvøldið royndu teir á Sandoyarbankanum, men søgdu annars, at teir høvdu roynt víða um eystanfyri.

Har teir høvdu roynt var ikki sama veður, sum vit hava havt - teir søgdu at tað hevði verið fitt lot eystanfyri og nógvur mjørki.

Skipini fara nýggjan túr í kvøld.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder