2016-06-20 07:27
Jaspis og Ametyst komu á Havnina tíðliga í morgun, teir byrjaðu at landa hjá Barðinum kl. 6. Jaspis og Ametyst hava gjørt góðan túr, teir hava 250.000 pund, meginparturin er upsi, toskur og longa.
Teir byrjaðu túrin vestanfyri, men fluttu á Munkagrunnin, har teir hava roynt til nú.
Tað eru tilsamans 12 mans við Jaspis og Ametyst - 6 við hvørjum skipi.
Teir fara nýggjan túr í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald