2015-12-21 01:10
Jaspis og Ametyst, sum partrola, sigla inn, teir verða á Havnini tíðliga í kvøld. Jaspis og Ametyst hava uml. 250.000 pund, av veiðuni er 200.000 pund stórur og góður upsi og restin ein blanding av ymiskum fiskasløgum, teir byrjaðu túrin 8. desember. Teir landa til Barðið í Havn í morgin.
Teir hava hendan túrin royt eystanfyri, sum teir kalla á Slættanum, søgdu teir við okkum fyrr í kvøld.
Jaspis og Ametyst liggja um jólahalguna, teir fara helst nýggjan túr millum jóla og nýggjár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald