Politikkur

Janus spyr Johan um útlendsk fiskiskip

...

2015-05-19 16:03 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Skulu ikki undirmeta búskaparligu avleiðingarnar av at reka landingarvirksemi hjá grønlendskum trolarum úr Føroyum.

Janus Rein, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, hevur sent Johan Dahl landsstýrismanni í vinnumálum § 52a fyrispurning um viðurskiftini hjá útlendskum fiskiskipum, har í millum grønlenskum fiskiskipum, tá tey koma til Føroya at leggja veiðuna upp.

Í vikuskiftinum frættist í miðlunum, at grønlendsk fiskiskip hava trupulleikar við at leggja veiðuna upp í Føroyum. Ítøkiliga dømið hetta vikuskiftið var um trolaran Polar Princess, sum mátti fara til Íslands at leggja veiðuna upp, hóast ynski teirra var at koma til Føroya at leggja hana upp. Sum skilst á lagnum, eru trupulleikar við Heilsufrøðiligu Starvstovuni.

Hetta er ein óheppin og álvarsom støða, sum ikki skal undirmetast, heldur Janus Rein løgtingsmaður, sum nú hevur tikið málið upp á politiskum stigi og sent Johan Dahl, avvarandi landsstýrismanni, nakrar spurningar, har landsstýrismaðurin m.a. verður biðin um at greiða frá støðuni og hvussu tey hugsa sær at loysa trupulleikan.

Janus Rein vísir á, at útlendsk fiskiskip, ikki minst grønlendsk fiskiskip, leggja nógvan pening eftir seg í Føroyum, við tað at tey keypa vørur og tænastur her, tá tey koma inn at leggja lastina upp, og at tað vildi verið ómetaliga klossut av okkum at rikið alt teirra virksemi av landinum, m.a. yvir til Íslands.

???Vit skulu ansa okkum sera væl ikki at undirmeta støðuna. Tað verður ómetaliga óheppi, um alt hetta avleidda virksemið, sum útlendsku fiskiskipini skapa, verður flutt til okkara grannalond. Man skal ikki undirmeta, hvussu stórt íkast til føroyska búskapin hesi fiskiskip hava, tá tey koma og leggja fiskin upp her. Tey keypa olju, proviant, trol og trolútgerð, eins og tey gera umvælingar av ymsum slag, umframt at keypa arbeiðsmegi til landing ella umskipan av fiskinum,??? sigur Janus Rein í stuttari viðmerking. Hann heldur, at tað tykist undarligt, at grønlendskir trolarar skulu hava tílíkar trupulleikar í Føroyum, meðan teir ikki hava tað í Íslandi.

Grønlendsku skipini siga Føroyum farvæl. HER.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder