Politikkur

Janus: Revsingin fyri brot á grindareglugerð skal herðast munandi

...

2015-05-06 03:03 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Janus Rein, løgtingsmaður, hevur sett Jacob Vestergaard, landsstýrismanni í fiskivinnu­málum, fyrispurning eftir grein 52a í tingskipanini. Janus Rein spyr, um landsstýrismaðurin ætlar at áseta minstu revsing fyri við vilja at bróta grindareglugerðina.

Landsstýrismaðurin arbeiðir í løtuni við einum uppskoti til lóg um grind og annan smáhval. ??tlanin er, at grindareglugerðin skal dagførast sambært nýggju lógini, og tí spyr Janus Rein, um lands­stýris­maðurin hevur ætlanir um at áseta í lógini eitt høgt minstamark fyri við vilja at tarna grindarakstri og grindadrápi og sostatt bróta ásetingar í grinda­reglugerðini.

Í galdandi grindareglugerð er ásett um revsingina at bróta grindareglugerðina, at ???tá brotið er framt við vilja verður revsað/kann viðkomandi revsast við fongsul upp til 4 mánaðir???. Seinasta summar vóru fólk frá ávísum umhvørvisfelagsskapi í Føroyum við eittans endamáli, at forða fyri at grind varð hildin til og dripin; og felagsskapurin hevur boðað frá, at tey koma aftur til Føroyar í ár við somu ætlan, at forða føroyingum aldargamla rættin at drepa grind.

Í grind á Sandi í august 2014 vóru hesi umhvørvisfólkini á sandinum og gingu út móti grindini, til tess at styggja grindina út aftur, og gjørdu seg sostatt sekan í at bróta grindareglugerðina, har tað m.a. stendur, at ???heldur ikki er loyvt at forða fyri rakstri ella drápi, ið sýslu­­­maðurin hevur tikið avgerð um???. Umhvørvisfólkini vórðu handtikin og í Føroya rætti dømd bót 1.000,-. kr. hvør.

Tað er stórur munur á eini bót upp á 1.000 krónur og 4 mánaðar fongsul, og dómurin undraði mangan. Um bótin var munandi hægri, so tað merkis á pengapunginum, so høvdu hesi fólk, nógv av teimum lesandi, helst hugsað seg um meira enn einaferð, áðrenn slíkt varð gjørt. Janus Rein spyr, um landsstýrismaðurin hevur ætlanir at áseta at minsta markið fyri sektina fyri slíkt brot verður í minsta lagi 50.000-100.000 krónur, ella at brotið verður revsað við fongsuls­­revsing, soleiðis at revsingin verður skrásett í kriminal­registaranum.

Janus Rein vísir á, at í USA, í statinum Ohio, er fordømi um, hvussu fólk verða revsað, sum gera seg inn á tilfeingisrættin. Har mundu umhvørvisstríðsfólk, líknandi teimum, sum koma til Føroyar at forða grindadrápi, forkomið reinsdjóraveiðuni, sum er/var ein væl regulerað veiða, við ásettari kvotu pr. veiðumann. Um­hvørvis­fólk møttu upp í stórum tali, summar aftaná summar, larmaðu og garteraðu fyri at ræða reinsdjórini burtur frá veiðumonnunum. Talið av reinsdjórum vaks, og tey byrjaðu at taka yvir í øllum náttúruøkjunum. Staturin misti inn­tøkur frá veiðumonnunum, sum høvdu goldið fyri veiðuloyvi. Statssenatið (tingið) í Ohio samtykti, at tann, sum breyt lógina við at gera seg inn á reinsdjóraveiðuna í statinum, fekk eina bót uppá 10.000 dollarar, og haraftrat 90 daga fongsulsrevsing. Spurningurin er so: Hvussu nógv víðgongd umhvørvisfólk komu aftur summarið eftir at órógva reinsdjóraveiðuni? Svarið er nærum eingin!

Eisini kann vísast á, at neyvan verður stórvegis orka løgd í rættarliga innkrevjing eftir 1.000 krónum, meðan nógv meira orka hevði verið løgd í at krevja 50.000-100.000 krónur inn.

???Grundlógin § 77 og Evropeiska mannarættindarkonvensjónin art. 10 geva øllum ein yvirskipaðan rætt til skrivi- og talufrælsi. Hetta er eisini galdandi fyri útlendingar sum vitja í Føroyum. Tað er tó langt frá tí og so til við vilja og aktivt at leggja seg út í eitt lógligt og regulera grindadráp. Ein munandi herðing av revsingini, fyri við vilja at ganga í móti grindareglugerðini og forða føroyingum teirra aldargamla og lógliga rætti at drepa grind við eini bót upp á 50.000-100.000 krónur, hevði helst fingið fólk at hugsað seg um fleiri ferðir, áðrenn tey gjørdu slíkt??? sigur Janus Rein í viðmerking til málið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder