Politikkur

Janus Rein tikið sæti á Løgtingi

...

2017-01-17 14:28 Author image
placeholder

Annika Olsen, borgarstjóri er farin í farloyvi frá Løgtinginum, og í hennara stað tók Janus Rein sæti á Løgtingi í morgun.

Fyrsti varamaður hjá Fólkaflokkinum er Joen Magnus Rasmussen við 278 atkvøðum og næsti varamaður er Janus Rein við 273 atkvøðum.

Joen Magnus er fyri tíðina burturstaddur í privatum ørindum, og tí tók Janus Rein sæti á Løgtingi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder