Janus Rein
løgtingsmaður
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a
Fyrispurningur um føroyska luttøku í Eurovision Song Contest, settur Bjørn Kalsø, landsstýrismanni (at svara skrivliga eftir TS § 52a)
1. Kann landsstýrismaðurin greiða frá, um Mentamálaráðið ella Kringvarp Føroya nakrantíð hava kannað møguleikan til fulnar um Føroyar kunnu luttaka í Eurovision Song Contest?
2. Kunnu Føroyar Luttaka í Eurovision Song Contest?
3. Hvat er árligi kostnaðurin fyri eini møguligari føroyskari luttøku?
4. Sær landsstýrismaðurin nakrar forðingar fyri føroyskari luttøku í Eurovision Song Contest? Um so er, kann landsstýrismaðurin greiða frá hvørjum?
5. Tekur landstýrismaðurin undir við, at Føroyar áttu at luttikið í Eurovision Song Contest?
6. ??tlar landsstýrismaðurin at seta arbeiði í verk, soleiðis at Føroyar fara at luttaka í Eurovision Song Contest?
7. Um so er, nær kunnu Føroyar luttaka fyrstu ferð?
Viðmerkingar
Leygarkvøldið var árliga Eurovision sang kappingin (Eurovision Song Contest) hildin. Hesuferð varð kappingin í Vien í Eysturríki. Kappingin verður vanliga hildin í tí landinum sum vann kappingina undanfarna árið. Tað er tó ikki eitt ófrávíkiligt krav, at tann sum vinnur kappingina eisini skal verða vertsland árið eftir. Í ár luttóku 40 lond, har í millum Australia, sum var boðið við sum gestaland.
Aftur í ár, eins og undanfarin ár, hevur spurningurin stungið seg upp um, hví Føroyar ikki luttaka í kappingini. Nógvar ymsar frágreiðingar og undanførslur hava verið at hoyrt í millum ár og dag um, júst hví Føroyar ikki luttaka. Tað tykist tó enn ógreitt, um Føroyar kunnu luttaka ella ikki, ella um hetta er eitt politiskt frával frá føroyskari síðu av t.d. fíggjarligum ávum.
Nógvar smátjóðir hava luttikið í kappingini í gjøgnum árini. Tvey smálond, sum altíð eru við, eru Malta og Ísland. Harumframt luttaka eisini eitt nú Kypros og Luksemburg. Í nøkur ár hevur San Marino eisini luttikið. San Marino er í nógum førum minni enn Føroyar. Har eru færri íbúgvar og bruttotjóðarúrtøkan er minni, eisini pr. íbúgva. Onnur smálond lík Føroyum, sum hava luttikið í Eurovision Song Contest, eru Andorra og Monako.
Ttalan er um eina kapping við ómetaliga nógvum sjónvarpshyggjarum. Kappingin hevur omanfyri 200 mió. hyggjarar. Tað er tað formliga hagtalið frá EBU (European Broadcasting Union), ið ikki umfatar allar teir óskrásettu hyggjararnar runt um í heimi. Metingar siga, at rætta talið liggur omanfyri 500 mió. hyggjarar. Í 2015 kom Kina eisini á listan yvir hyggjaralond. Staðfestast kann, at hóast talan er um eina sangkapping, har í høvuðsheitum bert evropeisk lond luttaka, verður kappingin sjónvarpað um allan heimin.
Umframt sjálva sangkappingina síggja luttøkulondini eisini kappingina sum ein góðan sýnisglugga til at kasta ljós á og marknaðarføra teirra egna land. Henda marknaðarføring, har so nógvir hyggjarar verða fangaðir í senn, kann nærum ikki gerast upp í krónum. Í øllum førum vildi talan verið um ómetaliga nógvar og dýrar lýsingar runt um í øllum heiminum.
Eitt land sum Føroyar hevði helst fingið heilt væl meira burturúr av marknaðarføring við at goldið fyri luttøku í Eurovision Song Contest, í mun til at gjalda fyri somu eksponering og marknaðarføring í øðrum miðlum runt um í heiminum.
Føroyar eiga ómetaliga nógvar góðar tónleikarar, sangarar og sangskrivarar. Hesi høvdu eisini fingið ómetaliga nógv burturúr av eksponeringini av føroyskum tónleiki. Føroyar er helst tað landið í heiminum við flest tónleikaútgávum pr. íbúgva. Týdningurin av sangskattinum í Føroyum hevði við eini luttøku í Eurovision Song Contest veruliga komið til sín rætt. Vit síggja ferð eftir ferð, hvussu væl føroyskir luttakarar klára seg í útlendskum sangkappingum av ymsum slag. Nógv bendir á, at Føroyar høvdu kunnað klárað seg væl í Eurovision Song Contest, og at tað so aftur hevði havt við sær enn meira av jaligari marknaðarføring av Føroyum.
Kostnaðurin fyri eini føroyskari luttøku í Eurovision Song Contest hevði helst verið ómetaliga væl givin, í mun til alla tí eksponering og marknaðarføring sum Føroyar sum ferðavinnuland og føroyskir tónleikarar høvdu fingið burturúr.
Á Løgtingi, 24. mai 2015
Janus Rein
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald