2013-10-01 19:47
FSF.fo skrivar: Áki Johansen og Pól F. Joensen hava úttikið føroyska U17-landsliðið við dreingjum, sum seinni í hesum mánaðinum skal til EM-undankapping í Georgia. Í døgunum 17. til 22. oktober skal føroyska U17-landsliðið við dreingjum taka lut í EM-undankapping í Georgia.
Umframt Føroyar og vertstjóðina, eru Holland og San Marino eisini við í kappingini.
Føroyska ferðalagið fer úr Føroyum leygardagin 12. oktober, og er heima aftur hósdagin 23. oktober.
Umframt Føroyar og vertstjóðina, eru Holland og San Marino eisini við í kappingini.
Føroyska ferðalagið fer úr Føroyum leygardagin 12. oktober, og er heima aftur hósdagin 23. oktober.
Fyrsti dystur hjá føroyska liðnum í kappingini verður mikudagin 17. oktober, tá okkara dreingir skulu royna seg ímóti Hollandi.
Teir 18, ið Áki Johansen og Pól F. Joensen, landsliðsvenjarar, hava úttikið, eru hesir:
Málverjar:
Karstin Hansen, NSÍ
Símun Jóhan Wolles, EB/Streymur
Verjuleikarar:
Bartal Wardum, HB
Hilmar Leon Jakobsen, HB
Høgni Egilstoft Nielsen, 07 Vestur
Mikkjal á Bergi, KÍ
Absalon Eliasen, Randers FC (DK)
Jóhan Waag Høgnesen, Thisted (DK)
Miðvallarar:
Betuel Hansen, Silkeborg IF (DK)
Petur Knudsen, NSÍ
Meinhard Olsen, NSÍ
Janus Samuelsen, 07 Vestur
Rói Olsen, EB/Streymur
Jan á Høgaryggi, EB/Streymur
Teit Jacobsen, HB
Heri Mohr, HB
Framherjar:
Jákup Ludvig Thomsen, FC Midtjylland (DK)
David Muller, AC Horsens (DK)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald