Politikkur

Janus: Føroyar eiga at luttaka í Eurovision Song Contest

...

2015-05-27 20:28 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Leygarkvøldið var árliga Eurovision sangkappingin (Eurovision Song Contest) hildin. Hesuferð varð kappingin í Wien í Eysturríki, og aftur í ár, eins og undanfarin ár, hevur spurningurin stungið seg upp um, hví Føroyar ikki luttaka í kappingini. Nógvar ymsar frágreiðingar og undanførslur hava verið at hoyrt í millum ár og dag um, júst hví Føroyar ikki luttaka. Tað tykist tó enn ógreitt, um Føroyar kunnu luttaka ella ikki, ella um hetta er eitt politiskt frával frá føroyskari síðu av t.d. fíggjarligum ávum.

Eurovision Song Contest er ikki longur bert er ein sangkapping, men er eisini blivin til ein ovurhondsstóran sýnisglugga fyri luttakandi londini, har tey varpa ljós á og marknaðarføra teirra egna land og fáa eina einastandandi breiða marknaðarføring fyri ein relativt sera bíligan penga.

??svaraðir spurningar

Spurningar, sum vit í Føroyum eiga at seta okkum fyri at kanna, eru: Kunnu Føroyar luttaka, hóast vit ikki eru eitt fullveldi? Hvat er kostnaðurin fyri limaskapi í European Broadcasting Union, sum gevur sjálvirkandi atgongd til luttøku í Eurvision Song Contest? Og hinvegin, hvat er virðið av eksponeringini og marknaðarføringini av Føroyum, m.a. sum ferðavinnuland og av føroyskum tónleiki, um Føroyar luttaka í Eurovision Song Contest?

Høvdu Føroyar fingið meira burturúr av marknaðarføring við at goldið fyri luttøku, í mun til at gjalda fyri somu eksponering og marknaðarføring í øðrum miðlum runt um í heiminum?

Hevði kostnaðurin fyri eini føroyskari luttøku ikki verið væl givin, í mun til alla ta eksponering og marknaðarføring, sum Føroyar høvdu fingið burturúr.

Mugu hava gongd á málið

Fyri at fáa spurningarnar svaraðar, havi eg sent Bjørn Kalsø, landsstýrismanni í mentamálum, § 52a fyrispurning, har eg ynski at fáa upplýst, um Mentamálaráðið ella Kringvarp Føroya nakrantíð hava kannað møguleikan til fulnar, um Føroyar kunnu luttaka í Eurovision Song Contest, og hvat kostnaðarmetingin er av føroyskari luttøku í kappingini, og hvørjar møguligar forðingar fyriliggja. Harumframt havi eg eisini sent Johan Dahl, landsstýrismanni í vinnumálum, sum varðar av Visit Faroe Islands og marknaðarføring av Føroyum, § 52a fyrispurning, har eg ynski at fáa landsstýrismaðannin at kanna og greiða frá, hvat virðið, í krónum, tey meta, at eksponeringin og marknaðarføringin av Føroyum, m.a. sum ferðavinnuland og av føroyskum tónleiki, hevur, um Føroyar luttaka í Eurovision Song Contest?

Eurovision

Eurovision Song Contest er sangkapping, sum European Broadcasting Union skipar fyri. ??ll limalondini, ella rættari øll tjóðarkringvørp, sum eru limir í EBU, fáa innbjóðing til luttøku.

Kappingin verður vanliga hildin í tí landinum, sum vann kappingina undanfarna árið. Tað er tó ikki eitt ófrávíkiligt krav, at tann, sum vinnur kappingina, eisini skal verða vertsland árið eftir. Tað er eisini í fleri førum komið fyri, at kappingin ikki hevur verið hildin í vinnaralandinum.

Í ár luttóku 40 lond; luttakaralondini eru í høvuðsheitum evropeisk lond, men onnur lond uttanfyri Evropa, eitt nú Ísrael og Turkíið v.fl. luttaka eisini umvegis limaskap teirra í EBU. Nógvar smátjóðir hava luttikið í kappingini í gjøgnum árini. Tvey smálond, sum altíð eru við, eru Malta og Ísland. Harumframt luttaka eisini eitt nú Kypros og Luksemburg. Í nøkur ár hevur San Marino eisini luttikið. San Marino er í nógum førum minni enn Føroyar. Har eru færri íbúgvar og bruttotjóðarúrtøkan er minni, eisini pr. íbúgva. Onnur smálond lík Føroyum, sum hava luttikið í Eurovision Song Contest, eru Andorra og Monako.

Hyggjaratal

Talan er um eina kapping við ómetaliga nógvum sjónvarpshyggjarum. Kappingin hevur omanfyri 200 mió. hyggjarar. Tað er tað formliga hagtalið frá EBU (European Broadcasting Union), ið ikki umfatar allar teir óskrásettu hyggjararnar runt um í heimi. Metingar siga, at rætta talið liggur omanfyri 500 mió. hyggjarar. Í 2015 kom Kina eisini á listan yvir hyggjaralond. Staðfestast kann, at hóast talan er um eina sangkapping, har í høvuðsheitum bert evropeisk lond luttaka, verður kappingin sjónvarpað um allan heimin.

Føroyski sangskatturin

Føroyar eiga ómetaliga nógvar góðar tónleikarar, sangarar og sangskrivarar. Hesi høvdu eisini fingið ótrúliga nógv burturúr av eksponeringini av føroyskum tónleiki. Føroyar er helst tað landið í heiminum við flest tónleikaútgávum pr. íbúgva. Týdningurin av sangskattinum í Føroyum hevði við eini luttøku í Eurovision Song Contest veruliga komið til sín rætt. Vit síggja ferð eftir ferð, hvussu væl føroyskir luttakarar klára seg í útlendskum sangkappingum av ymsum slag. Nógv bendir á, at Føroyar høvdu kunnað klárað seg væl í Eurovision Song Contest, og at tað so aftur hevði havt við sær enn meira av jaligari marknaðarføring av Føroyum.

Uppáhald

Í sosialu miðlunum hevur nógv kjak verið um málið seinastu dagarnar. Eitt av uppáhaldinum, sum verður ført fram, er, at tað krevst fullveldi fyri at kunna luttaka í kappingini. Eg havi í mínum forkanningum til málið ikki funnið nakrar upplýsingar, har tað greitt verður staðfest, at fullveldi er eitt krav fyri luttøku. Hinvegin framgongur, at tað krevst, at landið hevur eina ???Public Broadcasting Organisation???, sum er limur í ???European Broadcasting Union???. Hava vit í Føroyum t.d. sama trupuleika sum eitt nú Skotland, har BBC umboðar alt Stóra Bretland m.a. umvegis BBC Scotland og noktar Skotlandi luttøku? Er DR ???Public Broadcasting Organisation??? í Føroyum, ella er tað KVF? Hesar spurningar vil eg í øllum førum hava formelt kannaðar til fulnar.

Eg meti, at kostnaðurin fyri eini føroyskari luttøku í Eurovision Song Contest helst hevði verið ómetaliga væl givin, í mun til alla ta eksponering og marknaðarføring sum Føroyar sum ferðavinnuland og føroyskir tónleikarar høvdu fingið burturúr.

Janus Rein

Løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder