Ítróttur

Janus flytir heim úr Brøndby

...

2016-07-01 21:05 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

07Vestur: Eftir tvey ár á U17 og U19 hjá Brøndby Masterclass, flytir Janus S. Samuelsen heim til 07 Vestur. 17-ára gamli miðvallarin verður tøkur eftir summarsteðgin, har hann heilt víst kemur at styrkja hópin bæði í 1. deild og unglingum.


U19-landsliðsleikarin er júst fluttur heim og skal byrja í miðnámskúla eftir summarferiuna, eftir at hann hevur verið á Brøndby Masterclass síðan 2014, har hann hevur spælt á bestu U17 og U19 liðunum hjá Brøndby, og eisini vunnið DM.

Vit ynskja Janusi vælkomnum heim, og gleða okkum at síggja hann aftur í svørtum!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder