Mentan

Janus á Húsagarði á Býarbókasavninum

...

2014-09-08 20:29 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Janus á Húsagarði er føddur í Havn 13. desember 1975. Hann hevur teknað, síðan hann var smádrongur, og sum vaksin hevur hann havt hópin av listaframsýningum í Føroyum, Íslandi og Danmark. Hann hevur teknað fleiri bøkur, plakatir, lýsingar og fløguhúsar, hevur teknað í barnasjónvarpi og undirvíst í tekning.

Framsýningin á Býarbókasavninum er av myndum úr barnabókunumVeiða vindogFerðin hjáMosalisu.

Framsýningin er søluframsýning og er at síggja í september og oktober.

Janus á Húsagarði gjørdi eisini 40 ára føðingardagsplakatina til Býarbókasavnið. Enn eru nøkur eintøk eftir, sum kunnu keypast í avgreiðsluni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder