Ítróttur

Jan tekur austraulska hópin út

...

2013-10-04 23:24 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Týsdagin fer Jan Ottosen av landinum, kósin hjá honum verður sett til Australia, har hann á fyrsta sinni  skal møta landslið-hópinum, sum hann skal venja í hondbólti.

Í Australia verður meistaraheitið avgjørt í døgunum 10. til 13. oktober. Jan fær tí ein góðan møguleika at síggja allar teir bestu leikararnar og samstundis gera sær eina mynd av austraulska hondbóltinum. ??tlanin er eisini at taka ein stóran hóp út til landsliðsvenjing - Jan verður aftur í Føroym tann 21. oktobur.

Tá ið vit spurdu Jan Ottosen, hvussu tað ber til, at tað júst er hann, sum Australia hevur valt til landsliðvenjara, segði hann - at tað er gjøgnum fólk, sum hann hevur møtt til hondbóltkappingirnar Partille Cup í Svøríki og Gronoles Cup í Spania. Eisini er tað "Ogi" - Ogi er landsliðmálverji hjá Australia. Hann hevur eisini spælt hondbólt í Føroyum m.a. við Jan sum venjara.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder