Ítróttur

Jan Ottosen metir um CocaCola-dystirnar í kvøld

....

2014-01-28 17:08 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Vit hava fingið Jan Ottosen at meta um hondbóltsdystirnar í CocaCola-kappingini í kvøld. Jan fór annars avstað úr Føroyum í gjáramorgunin - nú verður leiðin hjá honum løgd til Australia.

StÍF ??? VÍF klokkan 18:30 bólkur 1: Kvinnurnar hja StÍF hava ein sveran dyst móti VÍF, skulu tær víðari til semifinaluna, so skulu tær vinna við 7 málum á VÍF. Tað ivist eg í um tær kunnu gera. So fyrsta og annað pláss fara til VÍF og Neistan. Spurningurin er so bara um VÍF fer at spæla taktisk í hesum dystinum, nú tá tað var eitt óvantað úrslit í hinum bólkinum, har VB fær fysta og Kyndil við einum sigri fær tað næsta plássið. So skal eittarin møta Kyndli og her er tað VÍF kann spæla taktisk. VÍF tapti seinast tær spældu móti Kyndli, og hyggur man eftir innanhýsis málmuninum millum VÍF og Kyndil, so er Kyndil betri. Umvent verða tær nummar tvey, so skulu tær møta VB, teimum hava tær spælt tríggjar ferðir móti, vunni tveir dystir heima klárt, og so fingið ein sigur á útibana. Tí kann VÍF nærmast velja teirra mótstandara í semifinaluni sjálvar. Sigur ella javnleikur, vil helst siga at tær møta Kyndli. Tapa tær við 1 til 6 málum, so eitur mótstøðan VB, men tapa tær við 7 ella meira eru tær úti.

??rslit: Vænti at VÍF vinnur, men tað kann vera ein tanki, hvørjum tær helst vilja møta í semifinaluni, men royna kvinnurnar úr Vestmanna at vinna, so verður tað ein 6-10 málssigur til tær gulu.

 

Stjørnan ??? Kyndil klokkan 19:30 bólkur 2: Stjørnan hevur fingið ein kjans afturat, við at VB vann á Kyndli. Sjálvt um Stjørnan tapti størri móti VB enn Kyndil gjørdi, so hava tær kjansin aftur, tá tær ???bara??? skulu vinna teirra heimadyst móti Kyndli. Stjørnan hevur eitt ungt lið, við tveimum útlendingum, sum hava verið sera svingandi í teirra spæli. Tær hava tó á heimabana gjørt nøkur flott úrslit, millum annað móti VB, men eisini Neistanum. Kunnu tær hála enn eitt yvirraskandi kort út ermuni, so senda tær knappliga størsta farvorittin út í kuldan. Skulu tær gera tað, so skulu tær útlensku, málmaðurin og miðan spæla ein sera góðan dyst, og Mina (komandi stjørnuskotið) hava ein góðan dag sum skjútti. Hyggja vit eftir Kyndil, so var tað eitt sera yvirraskandi úrslit, tá tær tapti fyri VB heima. Ja VB spældi ein flottan dyst, og hevði eftir 60 min klárt fortjent sigurin. Kyndlakvinnurnar hava sjálvar sett seg undir press nú, og nú mugu tær á útivølli vísa hvat tær duga. Eri ikki í iva at tær kunnu gera tað, eg hugsi  um hvat grundin er. at tær taptu móti VB, og um tað hevur sett seg, og kann geva teimum nervar til henda dystin.

??rslit: Kyndil vinnur, tað kann gerast ein stórsigur, men Stjørnan við teirra útlendingum og Minu í hopla kunnu yvirraska, og gera tær tað, so verður tað ein tættur dystur, sum kann fara báðar vegir. Hetta er faktist ein kvartfinala um at sleppa í semifinaluna.

 

StÍF ??? Kyndil klokkan 20:00 bólkur 2: StÍF eru í semifinaluni, spurningurin er um teir møta Kyndil ella VÍF í semifinaluni. Tó eru teir ikki vísir um at fáa fyrsta plássið enn, og verða teir nummar tvey, so skulu teir møta KÍF, sum er tað sterkasta liðið í løtuni, tað er tað liðið, sum øll helst vilja umganga. StÍF gjørdi eitt øguligt ???comeback??? móti VÍF hósdagin,  har teir tveir min inni í seinna hálvleiki, vóru aftanfyri við 8 málum, vendu dystinum totalt og vunnu við tveimum. Tað sigur at strandingar hava góðan moral, og ein Svein í hopla. Hann gjørdi 15 rein mál - Tá ið málini hjá Bogdan, sum fingu so nógva umtalu, gjørdi hann 17 mál móti KÍF, vóru tað fýra uppá straffi, so tað eru 13 rein mál. Tað sigur okkum bara hvussu góðan dyst Sveinur spældi móti VÍF, hann spældi somuleiðis fleiri spælarar upp.

Skal Kyndil hava nakran møguleika móti StÍF, so skulu teir stoppa Sveini, stoppa teir honum, so verður tað ein spennandi dystur á Skála, har alt kann henda. Kyndil hevur nokk verið tað mest svingandi liðið í ár. Kyndil hevur eitt gott lið, við góðum spælarum á næstan øllum plássum, men tað sær út til. at teir ikki eru spældir orduliga saman, men tá teir fáa sítt spæl at rigga, kunnu teir nærmast vinna á øllum liðum.

??rslit: Javnleik kunnu bæði liðini brúka, tí so eru bæði sikraði og í semifinaluni. Veit gott at tað er sjálvdan at man tippar rætt, tá ið man sigur javnleik í einum hondbóltdysti, men hesin endar við javnleiki.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder